Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í TRAP leirdúgvuskjóting.
Í finaluni megnaði Jón at skjóta 43 dúgvur, sum vóru 7 dúgvur fleiri enn nærmasti kappingarneytin, sum varð Alex Johannesen úr Eysturskot.
Nummar 3 bleiv Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.
Úrslit
1. Jón Jacobsen
2. Alex Johannesen
3. Finn Ludvig
4. Bárður Poulsen
5. Kári Joensen
6. Esmar Joensen
7. Sigurd Rasmussen
8. Johnhard Klettheyggj
9. Esmar Andreasen
10. Ásbjørn Mathiasson
Komandi vikuskifti 22. august verður FM í SKEET. Byrjað verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin kl. 9:00, og sunnudagin kl. 13:00 verða seinastu umførini og finala skotin.
Fyrra dagin verður kappast á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og seinna dagin verður kappast á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald