
B36-kvinnur fáa nýggjan venjara. Hesum boðar felagið frá í dag, eftir at B36 og Jón Simonsen, sum hevur vant kvinnurnar síðani í vetur, eru komin ásamt um, at enda samstarvið partana millum.
B36 hevur havt tað trupult móti liðunum, sum liggja ovarliga á stigatalvuni, og tað sæst aftur, tí B36 hevur bara savnað 7 stig saman eftir seks umfør.
Nýggjur maður í venjarasessinum er Tummas Erling Djurhuus, sum undan hesum hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá B36, og sum eisini hevur vant annað-liðið hjá monnunum eitt tíðarskeið.
Sjøtul verður nú settur á steypakappingina hjá kvinnum, og B36 skal til Fuglafjarðar at spæla móti ÍF-kvinnum í 1. deild um at koma víðari til fjórðingsfinalurnar.
(Mynd: Sverri Egholm)
Støðan í Betri deildin kvinnur
1. KÍ (14 stig)
2. Víkingur (13 stig)*
3. HB (10 stig)
4. EBS/Skála (10 stig)
5. NSÍ (9 stig)
6. B36 (7 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)*
8. AB/B71 (0 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald