Ungi rennarin úr Bragdinum, Jónas Gunnleivson Isaksen, hondbóltsúrmælingarnir á U19 landsliðnum hjá monnum og stórtalentið innan reiðítróttin, Rakel Brattalíð Tindskarð, vóru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.
Heiðurin fór skjóta mannin, Jónas Gunnleivson Isaksen, sum hevur havt eitt øgiligt ár.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Kappingin á styttru renniteinunum á oyggjaleikunum er hørð, og Føroyar hava sjáldan havt nakran møguleika. Men á Guernsey í summar bragdaði. Føroyski hópurin var sterkur, og Jónas rann frá allari mótstøðu og vann gull bæði í 200 m og 400 m renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 m og sannlíkt eisini á 200 m, har tað tó miseydnaðist at taka tíðina.
Longu ein mánað seinni megnaði Jónas – bara 17 ára gamal – at gerast Evropameistari fyri U-20 við tíðini 45,86 sek. Tíðin var skjótari enn danska U20 metið og samstundis nýtt norðurlendskt juniormet.
Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur víst, at hann hevur fysikkin, evnini og stríðsviljan at vinna á hægsta stigi. Spennandi verður at fylgja menningini hjá hesum unglinginum, sum ikki bert hevur tikið føroyska, men eisini altjóða frælsa ítróttarheimin á bóli.
Fyri síni serligu evni og framúr góðu úrslit í altjóða kappingum verður Jónas Gunnleivsson Isaksen tilnevndur til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald