Annað

Jónas G. Isaksen vann DM í 800 metra renning

Ítróttafelagið Bragdið fekk góða úrtøku á danmarksmeistarakappingini fyri ungdóm.

Jónas G. Isaksen ovast á sigursskamlinum (Mynd: bragdid.fo)

Jónas G. Isaksen ovast á sigursskamlinum (Mynd: bragdid.fo)

2020-09-21 17:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trý ung ítróttafólk frá felagnum Bragdið hava gjørt um set í sambandi við danmarksmeistarakappingina í frælsum ítróttum fyri ungdóm, ið varð hildin í Hvidovre um vikuskiftið. Íðkararnir eru Arina Ludvig, Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss. Við sær heim hava tey fleiri heiðursmerki, harav eitt úr gulli.

Leygardagin vann Jónas Gunnleivsson Isaksen silvur í 300 metra renning við tíðini 37,12 sekund. Hann tók eitt sekund av persónliga metinum, og setti eisini bólkamet fyri ungdómsbólkarnar D15, 16, 17, 18 og 19, skrivar heimasíðan hjá Bragdinum.

Eiri Jógvansson Glerfoss vann silvur í 100 metra rimarenning við tíðini 13,61 sekund, í innleiðandi kapping. Tað er bert níggju hundraðpartar frá einum donskum meti og føroyskt bólkamet fyri D15.

Eiri vann eisini silvur í longdarlopi við einum lopi á 6,14 metrar, sum er bólkamet. Hann stóð til av vinna kappingina, men var tikin av einum kappingarneyta í seinasta lopi.

Triði luttakarin, Arina Ludvig, er lutfalsliga nýggj í frælsum ítróttum. Hon rann 300 metrar við 46,05 sekund og gjørdist nummar sjey.

Sunnudagin eydnaðist tað Arinu at vinna sær bronsu. Tað var í trístøkk, har hon leyp 9,93 metrar.

Eiri Jógvansson Glerfoss vann sítt triðja silvurmerki við at renna 200 metrar á 23,92 sekund.

Endaliga vann Jónas G. Isaksen gull og gjørdist danmarksmeistari í 800 metra renning. Hann rann teir 800 metrarnar í tíðini 2 minuttir og 02,38 sekund.

Undanfarna vikuskiftið hevði Bragdið íkðarar við til DM-kappingina fyri vaksin í Aalborg. Her var úrtøkan tvey heiðursmerki.

Teresa F. Bláhamar vann silvur við at leypa 1,55 metrar í hæddarlopi, og Bára J. Glerfoss fekk bronsu við at leypa 10,06 metrar í trístøkk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder