Fleiri føroyskir íðkarar í frælsum ítróttum hava farna vikuskiftið verið í Íslandi og luttikið í innandurakappingini Stormót ÍR, sum Ítróttafélag Reykjavíkur skipar fyri, og sum er størsta innandura kappingin í Íslandi av hesum slag.
Ítróttafeløgini Bragdið og Hvirlan sendu fleiri av sínum ungu íðkarum til hesa stevnuna at seta fokus á persónligu menningina hjáteimum, og geva teimum upplivingina av at kappast í høll øtlað til frælsar ítróttir.
Eisini meira roynd ítróttafólk vóru við, eitt nú ungu evnaríku rennararnir Jónas Gunnleivsson Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss.
Teir gjørdu bart í kappingini í 200 metra renning, og endaðu á fyrsta og øðrum plássi. Jónas setti nýtt føroyskt met við tíðini 21,77 sekund, meðan Eiri setti persónligt met á øðrum plássi við tíðini 22,35 sekund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald