placeholder
Fótbóltur

Jonn tryggjaði Føroyum trý stig í fyrstu royndini

Føroyska U21-landsliðið basti Armenia, ið spældi allan seinna hálvleik við einum leikara í undirtali, í fyrsta dystinum í EM-undankappingini. Jonn Johannessen skoraði bæði málini, og Sámal Erik Hentze hevur eitt ógvuliga flott prosenttal av sigrum í sessinum.

Áleyparin og  7'arin stóð fyri báðum føroysku málunum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Áleyparin og 7'arin stóð fyri báðum føroysku málunum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-08 19:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Armenia hittust í mjørkanum á Svangaskarði í kvøld til 1. umfar í bólki H í EM undankappingini. Tað endaði við 2-0 sigri til heimaliðið - í báðum førum skoraði Jonn Johannesen.

Føroyska liðið byrjaði betri við at fáa gott tak á bóltinum og dystinum og skapa nakran støður. Síðani kom útiliðið betri við og fekk onkrar møguleikar – millum annað eftir mistøk frá Føroyum í verjupartinum, ið tó ikki hevði stórvegis trupulleikar gjøgnum dystin. Talan var um eina nýggja bakteku og málverja, og Andrias Edmundsson var ikki tøkur vegna skaða.

Undan dystinum vóru Føroyar í favorittleiklutinum, og hendan støðin gjørdist greiðari, tá armenar fingu ein mann riknan av vølli beint fyri hálvleik, tá hann fekk sítt annað gula kort fyri at stegða einum álopi hjá Føroyum.

Myndir frá dystinum

Tað gekk heldur striltið at fáa spælt nóg skjótt og skapa málmøguleikar í yvirtali fyrstu løtuna í 2. hálvleiki, men okkara komu nærri, og miðskeiðis í hálvleikinum kom leiðslumálið í samband við hornaspark. Eftir at armenar avvístu í fyrstu atløgu, kom bólturin út til Stefan Radosavljevic. Liðformaðurin skorar sum oftast, tá hann spælir fyri U21-landsliðið á Svangaskarði – hesuferð legði tvøramaðurin bóltin inn í málteigin, har Jonn Johannesen setti pannina á, og so bragdaði endliga hjá Føroyum.

Málið fekk tó ikki meira tryggleika á føroyska liðið – tvørturímóti kom meira órógv á, og okkara gjørdu fleiri mistøk við bóltinum og loyvaði teimum tíggju armenunum betri inn í dystin aftur. Tamarhald kom tó á støðuna aftur, og í 83. minutti sló Jonn til aftur. Júst innskifti Stefan Løkin kom til ein málmøguleika, hann fekk ikki beint bóltin í málið, men gjørdist ístaðin skaddur í støðuni. Leysi bólturin datt út til 19-ára gamla klaksvíking, sum setti bóltin í málið til 2-0.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Síðani hendi ikki nógv meira, enn at nakrir armenar sparkaðu ymsar føroyskar leikarar niður. Frustratiónin var greið, men tað var gleðin á føroyingunum eisini eftir seinasta bríksl. Ein sera góð byrjan uppá undankappingina, og Sámal Erik Hentze hevur nú vunnið meira en helmingin av sínum dystum sum høvuðsvenjari hjá U21 – fýra útav sjey. Hesaferð var tað við Atla Gregersen sum hjálparvenjara.

Næsta uppgávan í undankappingini er eisini Armenia. Útidysturin verður leiktur 2. september - fýra dagar áðrenn Frakland kemur á vitjan.

U21 EM-undankappingina
Svangaskarður, 08.06
Føroyar - Armenia 2-0 (0-0)
68' Jonn Johannessen (Stefan Radosavljevic) 1-0
83' Jonn Johannessen 2-0

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chkukwudi, Pætur Turiðarson Skipanes - Símun Sólheim (60' Áki Debes Samuelsen), Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic, Lukas Greena Giessing - Jonn  Johannssen

Steffan Ábrahamsson Løkin og Ingi Jonhardsson komu inn seint í dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder