Onnur uttandura Topp Ross kappingin var hildin á ríðibreytini undir Kráarheyggi í Havn í gjár. Kappingarnar vóru í flestu førum sera javnar og spennandi og ofta vóru bara desimalar á muni millum rossini, skrivar heimasíðan hjá Ríðisambandi Føroya.
Í fjórgongd vann Kristfríð Dam Jacobsen á Verandi. Tey bæði vunnu mest uppá at vera sera støðug í teirra avrikum, har onnur svingaðu meira í úrslitinum. Beint aftanfyri tey, á einum deildum øðrumplássi, vóru Esther Dahl á Heygum á Vorboða og Valborg Laksafoss á Kamillu. Esther Dahl á Heygum er eitt av ungu stjørnuskotunum innan ríðing, hóast bara 13 ára gomul, kappast hon á jøvnum føti við teimum vaksnu.
Fimmgongdina vann Valborg Laksafoss á Tórey. Tórey vann eisini hesa greinina seinastu kapping, men tá var tað við Knút Lútzen á baki. Nummar tvey gjørdist Heri Dahl á Stígi og nummar trý var Ragnheiður Dam á Viðalin Viðir.
T1 Tøltfinaluna varð eisini vunnin av Kristfríð Dam Jacobsen og Verandi, men hetta var í sera harðari kapping við heili trý onnur ross, Strák við Regini Johannessen á bakið, Amor og Leif Berg og Huga við Ragnheiði Dam á bakið. Øll rossini í finaluni vóru tó so tøtt, at tað bara skuldi eitt lítið mistak til fyri at missa plaseringar.
Óluva á Lofti og Kopar vunnu V5, Esther Dahl á Heygum og Vorboði sigraðu í T2, meðan Helena Dahl Thomsen og Elska vunnu í T7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald