Annað

Judo: ein alsamt vaksandi ítróttargrein

Japanski stríðsítrótturin, Judo, hevur av álvara vunnið sær hevd í Føroyum seinastu árini, serliga í Sundalagnum..

Mynd frá familju-Judodegnum hjá Sunda Judofelag á World Judo Day 28. oktobur

Mynd frá familju-Judodegnum hjá Sunda Judofelag á World Judo Day 28. oktobur

2019-02-02 08:40 Author image
Elisa Vang
placeholder

Sambært Kristionnu Solbjerg á Túgvu, forkvinnu í Sunda Judofelag, eru fleiri ymiskar orsøkir til, at ítróttargreinin hevur vunnið hevd í Føroyum. Tað eru nú skjótt trý ár liðin, síðan Klaksvíkar Judofelag varð endurstovnað, og tey hava verið - og eru enn - sera virkin. 

Síðsta summar var ein Judolega, sum var fyri øll. Á leguni vóru fleiri útlendskir venjarir við. Hendan legan eydnaðist so mikið væl, at hon verður eitt afturvendandi tiltak.

Judo Føroyar hevur eisini sett ein landliðsvenjara, Roland Vogt, sum saman við Petur Sigurð Johannesen hevur arbeitt miðvíst við landsliðnum. Nevnast kann, at á landsliðnum eru íðkarir heilt niður í 14 ára aldur.

- Tað hava allatíðina verið venjingar, har øll kunna vera við. Hettar gevur jú nýggjan og frískan íblástur til okkum øll, sum eru við í Judo, sigur Kristianna Solbjerg á Túgvu.

Sunda Judofelag hevur í mong ár bjóðað Judovenjing tvey kvøld um vikuna. Men í heyst fóru tey undir at bjóða motiónsjudo og Kvinnu-Judo. Motiónsjudo er fyri øll. Venjinganar vera lagdar eftir støðinum hjá einstaka luttakaranum. Bara upphitingin er sera góð fyri allan kroppin, sum hann er.

Kvinnu-Judo

- Vit eru sera stolt av at kunna bjóða Kvinnu-Judo. Venjingin hevur verið sera væl móttikin. Eisini hendan venjingin verður løgd eftir hvørjum einstøkum luttakara, og kunnu øll tí vera við. Kvinnu-Judo er Judovenjing til kvinnur við kvinnuligum venjarum.

[object Object]

Nakrar av kvinnunum hjá Sunda Judofelag, ið bardu seg til gulan snipp. Gulur snippur er fyrst graduering í Judio. Á myndini frá vinstru: Silja Johannesen (venjari), Bjørk Rúnadóttir, Elsa Gunnarsdóttir Sevdal, Katja Dam, Gudný Hallgerð Káradóttir, Sólvá Jónsdóttir, Kristianna Solbjerg á Túgvu og Hansa Ellingsgaard (venjari).

Men hvussu kom kvinnu-Judo upp í lag?

- Vit hava tosað eitt sindur um hettar í longri tíð. So til hendan veturin bar til, av tí, at vit eru so heppin at hava kvinnur í Sundalagnum, sum kunnu átaka sær venjaraleiklutin. Silja Johannesen og Hansa Ellingsgaard, sum báðar eru garvaðir Judoíðkarir, tóku uppgávuna á seg.

- Vit kvinnur hava tað við at vera í so varnar við hvørt. Og kanska ímyndar man sær, at Judo er alt ov ógvusligt at royna. Við millum annað køstum osfr. Men av tí, at tað bara eru kvinnur, so halda vit, at tað kann lætta eitt sindur um,sigur Kristianna, og heldur fram:

- Eitt er púra vist, at hetta er ein sera góður máti at venja og styrkja kroppin. Og øll venjingin verur bygd upp í smáum, líka frá at bólta rút til at venja fallvenjinganar.

Annars hevur kvinnuvenjingin gingið uppá stás. Tær hava verið sera djarvar og eru komnar glaðar til venjing hvørja ferð. Vónandi leggjast enn fleiri kvinnur afturat í framtíðini.

Judokappingar

- Viðvíkjandi kappingum hava vit okkara egnu Grand Prix-kapping sum er í seks umførum ígjøgnum veturin. Vanliga eru eisini tvær føðingardagskappingar, og har kann eg líka nevna, at vit hava okkara í føðingardagskapping í dag frá kl.10, í sambandi við, at felagið fyllir 38 ár í dag. Hettar er fyrsta kappingin, sum verður, har nýbyrjarar sleppa at royna seg. Síðani er sjálvandi FM kappingin sum liggur í Apríl, sigur Kristianna, og vísir eisini á, at

- Judo Føroyar hava altíð verið ófør at fara til kappingar uttanlanda, og tað er eitt sindur ymiskt, hvør fer til hvørja kapping. Men síðsta vikuskifti luttóku sjey Judoíðkarir í RIG, Reykjavík International Games. Hettar er ein sera sterk kapping. Tó so megnaði Bárur Henze Lenvig at kempa seg til eina Bronzu, sigur Kristianna.

[object Object]

Mynd frá "Reypikvøldinum" hjá Sunda Judofelag í samband við mentunarvikuna. Aleksandur Christensen kastar Petur Sigurd á Túgvu.

Judo í Føroyum og Sunda Judofelag

Í Sunda Judofelag venja umleið 50 fólk aktivt, og Kristianna metir, at eini 250 fólk venja Judo í Føroyum í ávikavist Sundalagnum, Klaksvík, á Strondum, í Vágunum, í Havn og á Sandi.

Kristianna Solbjerg á Túgvu er forkvinna í Sunda Judofelag. Hon tók yvir formanssessin eftir Jóhannis Johannesen, sum hevur verið formaður í felagnum í nógv ár. Haraftrat er og hevur Sofus Debes Johannesen verið ein eldsál í Judoumhvørvinum í Føroyum, síðan byrjan. Hann er formaður í Judosambandi Føroya, og hevur verið ávikavist formaður og nevndarlimur í Sunda Judofelag, síðan felagið varð stovnað fyri 38 árum síðani.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder