Føroyar vunnu tvær medaljur í judokappingini í Reykjavík International Games, sum hevur verið um vikuskiftið.
Fríði Magnusson Carlsson vann silvur í vektbólkinum undir 60 kg. Hann vann tveir dystir og tapti tveir. Ein breti vann allar sínar dystir og streyk tí avstað við gullmerkinum. Men nú háttaði tað seg soleiðis, at tað vóru tríggir, sum høvdu vunnið tveir dystir, og tískil vóru javnir í stigum. Tá siga reglurnar, at tann, ið hevur vunnið dyst upp á stytst tíð, er bestur, og tá Fríði hevði vunnið ein av sínum dystum upp á bra 20 sekund, so fekk hann silvurmerkið, meðan ein íslendingur fekk bronsuna.
Bárður Hentze Lenvig her á oyggjaleikum 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í vektbólkinum undir 66 kg. eydnaðist tað Bárður Hentze Lenvig at fáa bronsumerki. Í innleiðandi kappingini vóru tveir bólkar, og Bárður vann tveir og taptin ein dyst í bólkakappingini. Harvið hevði hann vunnið sær pláss í hálvfinaluni. Hesin dysturin var sera javnur og spennandi, og tá vanliga tíðin var farin, stóðu báðir javnir, so farið var til “golden score”. Eisini her var sera javnt, men at enda fekk Bárður eitt kast ímóti sær og vann sær tí ikki finalupláss, men fekk hinvegin bronsumedalju.
6 aðrir føroyskir luttakarar vóru í kappingini. Hjá teimum gekst misjavnt, men man lærir nógv av at luttaka í einari slíkari kapping, og nú hava tey nakað at arbeiða víðari við til komandi avbjóðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald