Fótbóltur

Juventus, Real Madrid og Barcelona skulu vænta revsing

Uefa er farið undir at viðgera agamálið móti feløgunum, ið enn eru partur av ætlanunum um eina evropeiska superliga.

2021-05-26 09:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fótbóltsfeløgini Juventus í Italia og Real Madrid og Barcelona í Spania kunnu vænta revsing frá evropeisku fótbóltssamgonguni Uefa fyri teirra ætlanir um at seta á stovn eina evropeiska superliga.

Tað upplýsti Uefa í gjár. Onki verður tó sagt um, hvussu langt samgongan er komin í agamálinum móti hesum trimum fótbóltsfeløgunum, og nær ein avgerð kann væntast.

Eygleiðarar vísa á, at tað ógvuliga sjáldan hendir, at Uefa tekur eitt agamál upp uttan at tað endar við eini revsing, skrivar Ritzau.

12 feløg stóðu upprunaliga aftan fyri ætlanina um eina superliga, men níggju av feløgunum tóku seg skjótt aftur. Ætlanin var at seta á stovn eina fótbóltskapping millum hesi 12 liðini og nøkrum afturat, sum kundu vera boðin við. Talan var um eina kapping uttan upp og niðurflyting, og hesi 12 stovnandi feløgini skuldu vera fastir limir.

Tey níggju feløgini, Manchester United, Manchester City, Arsenal, Liverpool, Tottenham, Chelsea, AC Milan, Inter og Atlético Madrid, hava eftirfylgjandi bundið seg til at vera ein partur av kappingarskipanini hjá Uefa.

Harumframt skulu tey hvør sær rinda 100 milliónir í bót. Pengarnir fara til barna-, ungdóms- og grasrótsarbeiði í Evropa.

Real Madrid, Barcelona og Juventus hava hinvegin ikki fingið nakra bót ella aðra revsing enn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder