Kappróður

Kæra kolldøming av Firvaldi

Firvaldur var fyrstur á mál, men var kolldømdur fyri at stýra skeivt.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-15 22:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað var Firvaldur av Tvøroyri sum vann, segði Sára Jógvansdóttir frá KVF á málinum tá 5 mannafør gentur róði á Eystanstevnu leygardagin.

Og tað var eisini Firvaldur, sum var fystur á mál, men fyri ikki at hava hildið pláss og fyri at órógva kappingarneytarnar, fekk Firvaldur reytt kort, og róðurin var tí ikki galdandi hjá gentunum úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelagi.

Fyri manningina merkir hetta at sjey stig eru farin fyri skeyti, og FM-stríðið hevur fingið eitt skot fyri bógvin.

Sambært 3-2 í Kringvarpinum, hevur Froðbiðar Sóknar Róðrarfelag kært kolldømingina av Firvaldi.

Úrslit hjá 5-mannaførum við gentum:

Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort
1 Drekin 05:31.26 7 0 0
2 Jallurin 05:32.26 6 0 0
3 Fípan Fagra 05:33.31 5 1 0
4 Frúgvin 05:36.40 4 0 0
5 Rókurin 05:38.47 3 0 0
6 Teistin 05:40.07 2 0 0
7 Ingibjørg 05:44.26 1 0 0
8 Spógvin 05:46.30 0 0 0
9 Falkur 05:51.25 0 0 0
10 Sílið 05:52.19 0 0 0
11 Ternan 05:55.02 0 0 0
12 Blikur 06:08.49 0 0 0
13 Firvaldur 00:00.00 0 0 1
 
 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder