Triðju og avgerðandi hálvfinalurnar vórðu spældar mikukvøldið. Í báðum førum sigraði tað liðið, sum tapti fyrsta dystin. Munurin var, at í Hoyvík var heimaliðið greitt omaná, men á Hálsi var tað bert eitt mál, ið skilti grannarnar. At enda var tað Neistin, sum var omaná í dramatiska dystinum. Harvið er tað ein endurtøka av FM-finalunum í fjør, har H71 vann á Neistanum.
Hondbóltssambandið skrivar, at fyrsta FM-finalan er á skránni um vikuskiftið. Tríggjar finalur skulu vinnast, fyri at eitt lið kann kalla seg FM-vinnara. Tað kann harvið gerast talan um fimm finalur. Alt verður avgjørt eftir landsdystirnar móti Ukreina, har Sonni Larsen og Jeppe Borch skulu stjórna føroyska liðnum - í finalunum standa teir á odda fyri hvør sínum liðið.
Liðið, sum endaði ovari í landskappingini eftir trý umfør, velur, hvar fyrsti dystur skal spælast og hevur rætt til heimavøll í møguligum fimta dysti.
Skrá fyri finalurnar:
Sunnudagin 31. mars
Kl. 18.00 finala 1: H71 – Neistin
Mikudagin 3. apríl
Kl. 20.00 finala 2: Neistin – H71
Hósdagin 18. apríl
finala 3: H71 – Neistin
Mánadagin 22. apríl
finala 4: Neistin – H71
Leygardagin 27. apríl
finala 5: H71 – Neistin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald