Tað kann gerast talan um satt veitsluhuglag í Hoyvíkshøllini í kvøld. Tað var tað fyri ellivu døgum síðani, tá hoyvíkskvinnur tryggjaðu sær FM-gull og harvið greipuna við sigri á Kyndli.
Sí eisini:
Greipa og glæsiligt punktum í Hoyvik
H71 hevur fingið FM og greipuna til Hoyvikar
Menninir taptu fyrstu FM-finaluna, sum var í Vestmanna sama dag sum síðsta finalan hjá kvinnum. Í finalu nummar tvey í Hoyvík fýra dagar seinni var tó eingin ivi, og H71 vann eisini, tá liðini spældu leygarkvøldið í Vestmanna.
Sí eisini: H71 kann nú avgera tað í Hoyvik mikukvøldið
Harvið kunnu hoyvíkingar tryggja sær greipuna annað árið á rað í kvøld. Ein heimasigur er tað, sum skal til. H71 hevur fingið verjupartin at sita frá byrjan av í aðru og triðju finalunum, og hóast VÍF kom rímiliga væl við aftur í seinna hálvleiki leygardagin, so var útiliðið bara omaná.
Vestmenningar hava havt fleiri stórar løtur í Hoyvíkshøllini - seinast FM-avgerðin í 2021 - og í kvøld skal ein slík til fyri at leingja FM-røðina til fimm dystir. Hetta er 84-ára stovningardagurin hjá VÍF, og um tað eydnast teimum í gulum og bláum at vinna í Hoyvík í kvøld, verður tað 2-2 í finalum, og so skal alt avgerast í Vestmanna á bátafestivalinum leygardagin. Um heimaliðið vinnur, so er gullveitsla á skránni í kvøld.
Bæði feløgini leggja nógv fyri á fjepparasíðuni, so gott huglag verður helst í høllini, har tað eisini verður stúgvandi fult. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.30. Vit hava ymiskt tilfar frá fjórðu FM-finaluni.
FM-finalurnar í Burn-deildini
Fjórða finalan - í kvøld, mikukvøldið 17. mai í Hoyvíkshøllini
H71 (2) - VÍF (1)
Fyrsta finalan - leygardagin 6. mai í høllini í Vestmanna
VÍF - H71 30-26 (14-11)
Toppskjúttar: Filip Jojic 12 mál, Hallur Árason 8 mál - Bogi Hansen og Peter Krogh 7 mál
Sí dómaraseðil her
Onnur finalan - mikukvøldið 10. mai í Hoyvíkshøllini
H71 (1) - VÍF (1) 28-21 (13-8)
Toppskjúttar: Rói Ellefsen á Skipagøtu 10 mál, Hallur Árason 6 mál
Sí dómaraseðilin her
Triðja finalan - leygarkvøldið 13.05 í Vestmanna
VÍF - H71 28-31 (8-14)
Toppskjúttar: Filip Jojic 10 mál, Bogi Hansen 7 mál, Rói Ellefsen á Skipagøtu 7 mál
Sí dómaraseðil her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald