Fótbóltur

Kann gerðast avgerðandi dagurin

HB kann tryggja sær sítt 24. meistaraheiti, KÍ kann fáa evropeiska plássið í hús, og Skála kann vera flutt niður klokkan 19 í kvøld. 26. umfar í Betrideildini er á skránni.

Adrian Justinussen og HB mangla nú ikki nógv í fyri at fáa FM-heitið í hús - NSÍ spælir sera týðandi dyst um 2. plássið móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Adrian Justinussen og HB mangla nú ikki nógv í fyri at fáa FM-heitið í hús - NSÍ spælir sera týðandi dyst um 2. plássið móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-01 12:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstseinasta umfar í Betrideildini verður leikt seinnapartin og út á kvøldið, og sera nógv er uppá spæl.

26. umfar
1. november

14.30: ÍF - AB

15.00: HB - TB
           NSÍ - KÍ
           Víkingur  - B36

17.00: EB/Streymur - Skála


Støðan í Betri deildini

1. HB (65 stig) 25 dystir
2. KÍ (58 stig) 24 dystir
3. NSÍ (57 stig) 25 dystir
4. B36 (56 stig) 25 dystir
5. Víkingur (44 stig) 25 dystir
6. ÍF (23 stig) 25 dystir
7. EB/Streymur (23 stig) 25 dystir
8. TB (15 stig) 25 dystir
9. AB (7 stig) 24 dystir
10. Skála (6 stig) 25 dystir

Hjá HB er uppgávan einføld: Vinnur liðið á TB á Tórsvølli, so er liðið hjá Jens Berthel Askou føroyameistari. Tað hevur verið eitt frálíkt ár hjá HB, ið fram til mikudagin kundu javna sítt egna stigamet - 73 stig í 2018. Hetta var tó ikki fokusi hjá teimum í reyðum og svørtum: Tað er FM, sum skal í hús, og har er møguleikin framvegis heilt góður. HB er stórfavorittur móti TB, ið tapti 4-1 á Tórsvølli á ólavsøku, og sum einki hevur at spæla fyri. Tað kann vera ein fyrimunur fyri aldursforsetan, at man kann spæla frítt, og HB hevur eisini skinklað í tveimum teimum undanfarnu dystunum, men hevur tó fingið fýra stig har, og tí er grundarlagið lagt fyri, at arbeiðið kann gerast liðugt í dag. Um tað ikki eydnast, so er møguleikin fyri einari FM-finalu í Klaksví leygardagin framvegis har.

[object Object]
HB-áskoðararnir kunnu veruliga fáa nakað at fegnast um í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Um HB og TB spæla javnleik, og um KÍ samstundis vinnur í Runavík, so er FM stríðið opið. Um TB megnar at vinna - sum fyrsta útiliðið í ár móti HB - so ger ein javnleikur í Runavík, at spenningurin um FM heldur sær. KÍ vann síðst í juli sannførandi 2-0 sigur við Løkin, og í dag er NSÍ uttan leikbannaða toppskjúttan Petur Knudsen. NSÍ vísti tó styrki mikukvøldið undir nýggja venjaranum Allani K. Jepsen, og talan kann gerast um ein heilt spennandi dyst, tí runavíkingar hava tørv á trimum stigum fyri at veruliga halda lív í vónini um 2. plássið, ið gevur atgongd til Europa. Tað hevur B36 eisini í Sarpugerði. Í teimum seinastu dystunum hevur B36 hálað ein 2-1 sigur heim í evstu løtu. Um B36 ikki fær fult móti Víkingi, ið einki hevur at spæla fyri, og KÍ vinnur í Runavík, so endar liðið hjá Mikkjali Thomassen í minsta lagi á 2. plássi.

[object Object]
B36 roynir at fáa fatur á KÍ og 2. plássinum (Mynd: Sverri Egholm)

Gysari í botninum

AB hevur ikki vunnið ein dyst í ár, men eydnast tað liðnum hjá Símuni Samuelsen í dag, so er av álvara trýst á Skála, sum skal í eldin við Margáir áleið 45 minuttir eftir, at dysturin í Fuglafirði er av. 

Les eisini: 
EB/Streymur - Skála fluttur til klokkan 17 - er ikki til at fata
- Vit vilja virða minningarhald teirra sjólætnu

ÍF og EB/Streymur stríðast um 6. plássið, ið bæði vilja hava fatur á, men tey kunnu spæla meira frítt enn mótstøðuliðini í dag. AB hevur eitt stig meira og hevur ein dyst fleiri eftir at leika og hevur tí betri kort á hondini enn Skála. Bæði botnliðini høvdu eitt stig í skjáttini, tá farið var undir yvirtíðina í dystunum farna vikuskifti, men á Argjum skoraði Hilmar Leon Jakobsen til 2-3 í 92. minutti og á Skála Sebastian Pingel til 1-2 í 93. minutti. Hetta er ein góð mynd uppá árið hjá liðunum, ið nú so hart stríðast um 9. plássi. AB hevur fyrr í ár fingið stig móti ÍF, 2-2 javnleik á Argjum, meðan Skála hevur tapt báðar dystirnar móti EB/Streymi. Um Skála tapir aftur í dag, og um AB vinnur í Fløtugerði, so hevur AB tryggjað sær ein upp- og iðurflytingardyst, allarhelst móti B68, meðan Skála noyðist tungu leiðina niður í 1. deild. Fer Skála, ið hevur betri málúrttøku, frammum AB, so gerst tað meira spennandi.

[object Object]
Skála og AB stríðast um at enda á 9. plássi (Mynd: Sverri Egholm)

Vit dagføra frá øllum dystunum, geva tykkum yvirlit, hava myndir frá dystunum í Eysturoynni og verða til staðar á Tórsvølli og seinni við Margáir, harfrá vit hava ymiskt tilfar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder