Annað

Kansas City Chiefs endurvann Super Bowl

Fyri bert aðru ferð í Super Bowl søguni varð neyðugt við longdari leiktíð fyri at avgerða tað. Mahomes og hansara menn vóru kaldari í Las Vegas.

San Francisco var nær við at steðga Patrcik Mahomes og liðfeløgunum at taka Lombardi-steypið aftur, men nummar 15 og hinir høvdu snildni og dygdirnar til at fara avstað við øllum og skriva seg í NFL-søgubøkurnar (Mynd: EPA)

San Francisco var nær við at steðga Patrcik Mahomes og liðfeløgunum at taka Lombardi-steypið aftur, men nummar 15 og hinir høvdu snildni og dygdirnar til at fara avstað við øllum og skriva seg í NFL-søgubøkurnar (Mynd: EPA)

2024-02-12 04:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2017 fullførdi New England Patriots størstu afturvendanina í einari Super Bowl nakrantíð við at avgera í fyrstu longdu leiktíð í finalusøguni móti Atlanta Falcons. 

Nú sjey ár seinni staðfesti Kansas City Chiefs sína støðu sum veruligt stórveldi í NFL og amerikonskum fótbólti. Liðið vann sína triðju Super Bowl uppá fimm ár við sigri í longdari leiktíð á San Francisco 49'ers. Eins og tá liðini hittust í stóra dystinum í 2020 og í finaluni móti Eagles í fjør, vóru Chiefs aftanfyri fittan part av dystinum og eitt tíðarskeið við tíggju stigum.

Teir í reyðum fullu tó ikki í fátt og javnaðu í síðstu sekundunum við tryggum sparki. Júst Harrison Butker og "special teams" vóru umráðandi. Hóast Jauan Jennings og 49'ers skoraðu tvey touchdowns, so var verjan hjá Chiefs sum heild stinn, og eitt skot hjá San Francisco í seinasta fjórðingi varð blokerað, og hetta gjørdist avgerandi.

[object Object]
Ungi Brock Purdy gjørdi tað sum heild væl fyri 49'ers, men Chris Jones og hinir gjørdu tað gjørdu tað ógvuliga trupult fyri hann og liðfelagarnar (Mynd: EPA) 

19-19 eftir 60 leikminuttir í dystinum, sum gjørdist meira og meira spennandi, merkti, at neyðugt var við longdari leiktíð fyri aðru ferð í Super Bowl-søguni. Kalifornia-felagið fekk bóltin fyrr og endaði við at skjóta og fáa trý stig.

Harvið kundi Kansas City Chiefs svara aftur við trimum stigum ella avgera við at skora touchdown. Serliga einaferð var 49'ers-verjan nær við at steðga Patrick Mahomes og hinum og harvið tryggja sær sigurin, men Andy Reid setti snilt spæl upp, Mahomes slapp avstað, og løtu seinni kastaði nummar 15 til púra fría Mecole Hardman, ið var staddur í máløkinum. Hann kom aftur til felagið í heyst og var nú við til at avgerða Super Bowl.

[object Object]
Mecole Hardman saman við Tyreek Hill - stóra profilinum sum felagið slepti í 2022. Síðani hava ávísir trupulleikar verið á plássinum, men Hardman og aðrir gjørdust fríir og loftaðu køstum frá Mahomes, tá á stóð í dag (Mynd: EPA) 

[object Object]Hardman saman við Travis Kelce (nr.87), sum er størsta vápnið hjá Mahomes. Stóri maðurin spældi stóran leiklut í 2. hálvleiki í nátt, og órógvaði í løtuni tá tað skuldi avgerast (Mynd: EPA) 

[object Object]Heimskenda unnustan hjá Kelce, Taylor Swift, fekk nógv uppmerksemi í Las Vegas. Her fengast hon saman við millum annað Blake Lively, ið er kend úr filmum og røðum (Mynd: EPA)

Kyle Shanahan og hansara lið noyddist fyri aðru ferð uppá fimm ár at taka til takkar við at enda á 2. plássi efir Kansas City. Eftir eitt hart ár gjørdist Patrick Mahomes aftur Super Bowl MVP (Mest virðismikli spælarin í finaluni), og Chiefs er fyrsta NFL-liðið, sum hevur endurvunnið Super Bowl, síðani mæta New England Patriots gjørdi tað fyri gott tjúgu árum síðani, og hetta var gjørt á dramatiskan hátt.

Super Bowl LVIII (58)
Sunnudagin 11.02/ Mánadagin 12.02, Allegiant Stadium (Nevada)
Kansas City Chiefs - San Francisco 49'ers 25-22 eftir longda leiktíð (19-19 eftir vanliga leiktíð)

[object Object]Royndi Andy Reid er við at gerast ein av allarstørstu venjarunum í søguni. Hetta var fimti ferð, at hann stóð sum høvuðsvenjari í einari Super Bowl - Reid hevur nú vunnið trimum (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder