Annað

Kappaðust at súkkla omaneftir

Fjallasúkklufelagið skipaði fyri fyrstu undanbrekkukappingini leygardagin.

(Mynd: mtb.fo)

(Mynd: mtb.fo)

2021-05-11 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Súkklustuttleiki stóð á skránni, tá ið Fjallasúkklufelagið leygardagin á fyrsta sinni skipaði eitt undanbrekku tiltak.

Fjallasúkklarar í brynju og verju í full speed oman gjøgnum fjallasúkklubreytina við Vesturvarða, rópandi áskoðarar, sól og vindur.

Kappast var í undanbrekku súkkling hjá ungum og vaksnum. Fjallasúkklubreytin, sum felagið hevur bygt, var karmur um súkkliteininin. Byrjað var við toppin á breytini við sjálvan Vesturvarða og súkklað varð allan vegin oman eftir breytini inntil hon kemur út á slætt 300 metrar seinni. Ymsu forðingarnar á breytini og vindurin sum var upp móti 8-10 m/s gjørdu sítt til, at súkklararnir høvdu í at gera við at stýra seg trygt og skjótt oman.

Av mongu fólkunum, ið vóru framvið og hugdu, luttóku 12 í undanbrekku kappingini í meðan fleiri royndu súkklur og fjallasúkklubreytina uttan fyri kappingina. Kappingin varð skipað soleiðis at súkklast skuldi tvær ferðir oman, og at samlaða tíðin fyri bæði umfar taldi í kappingini.

[object Object]
(Mynd: mtb.fo)

Deilt var í tveir bólkar, har ung og vaksin kappaðust fyri seg.

Páll Øssur Rein vann kappingina fyri ung. Hann var 0,6 sekund skjótari enn Róar Hanusarson, ið gjørdist nummar tvey meðan Patrick Mike Muller gjørdist nummar trý.

Skjótastur – ella djarvastur – millum vaksnu súkklararnar var Uni Vitalis, sum hevur roynt seg í hesi greinini í útlondum. Hann gjørdist nummar trý samlað í donsku undanbrekkukappingini í 2019.

Uni Vitalis var knapt fýra sekund skjótari enn Helgi Winther Olsen, ið gjørdist nummar tvey, meðan Oskar Wilk gjørdist nummar trý.

Meira um kappingina her   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder