2020-02-21 17:02
Í morgin skulu Mjølnir og SÍ stríðast um steypini hjá teimum vaksnu. Stóra steypavikuskifti í flogbólti er á skránni í høllini á Hálsi.
Hjá kvinnum er Mjølnir greiður favorittur hjá kvinnunum. Liðið er oddalið, meðan SÍ er á 5. plássi, sum er næstaftasta pláss. Mjølnir hevur besta álopsleikara í landinum í Sofíu Purkhús. Hjá SÍ er talan um eitt ungt lið.
Tað at SÍ er annað av liðunum, sum hevur vunnið á Mjølni, ger, at meira spenningur er um úrsltið frammanundan. SÍ vann 3-1 i Badmontinhøllini í januar. Sørvágskvinnur vunnu eisini 3-1 í somu høll á Drátti í hálvfinaluni í steypakappingini. Liðið er í menning, og tað hjálpir eisini hjá SÍ, at Mjølnir helst verður uttan sín hevara og leikandi venjara, Alinku Adamenya. Sum skilst eru tað er nøkur loyvi, ið mangla.
Hjá SÍ er talan um mest týdningarmiklasta dystin á árinum, og hann kann bjarga árinum hjá sørvágskvinnum. Hjá Mjølni stendur eisini nógv uppá spæl, og hetta kann gerast fyrri parturin av greipuni.

Finalan hjá kvinnunum byrjar klokkan 13.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald