Fótbóltur

Kapprenningin milum KÍ og HB heldur fram

Og Mikkel Dahl og Páll Klettskarð eru nú javnir við fimm málum hvør ovast á máltindinum. Eingin slingur var í valsinum hjá arvafíggingunum í dag - serliga var HB sannførandi móti AB.

Mikkel Dahl heldur áfram at skora eina rúgvu av málum í fremstu føroysku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Mikkel Dahl heldur áfram at skora eina rúgvu av málum í fremstu føroysku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-08 20:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru tvey feløg, ið framvegis hava fult stigatal eftir trý umfør í Betrideildini. Ikki óvæntað eru hesi liðini HB og KÍ. Í dag vóru bæði í leikluti sum stórfavorittur. HB heldur størri á heimavølli móti AB enn KÍ í Sørvági, og tað vóru eisini reyð-svørtu, ið vunnu ein størri sigur. 

HB vísti beinanvegin, at AB fór at fáa ein tungan dyst í Gundadali. Dalibor Savic hevði hesuferð valt at spælt 4-4-2 við diamantiskipan á miðvøllinum, og hetta fekk spælið at flóta væl. Adrian Justinussen, Mattias Præst Nielsen og Áki Samuelsen høvdu nógv frælsi, og hetta tyktist at geva AB høvuðbrýggj - tað at Áki eisini kom longur fram á vøllinum tyktiskt at fáa hann at álvara blóma í løtum. Millum annað skoraði hann eitt mál og hevði aðrar atsóknir og ágangandi driblitúrar.

[object Object]
Áki Samuelsen var í dag á HB-miðvøllinum. 18-ára gamli havnarmaðurin hevur her skorað til 3-0 fyri barndómsfelagið (Mynd: Sverei Egholm)

Tað var annars Mikkel Dahl, ið gjørdist stóri maðurin. Danski áleyparin legði HB á odda longu eftir tveir minuttir, og var tað eftir væl gjøgnumspælt álop, sum Adrian Justinussen hevði næstseinasta fótin á. Í 9. minutti var Mikkel Dahl aftur til reiðar: Hesuferð eftir at Bartal Wardum hevði roynt seg í samband við hornaspark, og Antonio Borrelli hevði hálvbjargað.

29-ára gamli málrevurin fullførdi sítt hattrikk tíðliga í seinna hálvleiki. Harvið hevur hann skorað í øllum trimum kappingardystinum í ár. Í teimum hevur Mikkel Dahl fimm mál, og samanlagt hevur hann skorað 46 ferðir í 41 Betrideildardystinum. HB hevur skorað fýra mál í báðum sínum heimadystum.

Páll Andrasson Klettskarð hevur eisini skorað fimm mál í trimum dystum í landskappingini. Hann var ein av teimum trimum KÍ-spælarunum, ið skoraði í Sørvági í dag. Árni Frederiksberg legði KÍ á odda eftir 18 minuttir, og tað var Árni, ið legði upp til Claes Kronberg, tá royndi danin økti til 0-3 í 63. minutt - Páll Klettskarð hevði skorað beint fyri hálvleik.

Jasper van der Heyden fekk pyntað fyri 07 Vestur við góðum beinleiðis frísparki, tá beint yvir eitt korter var eftir at skora. Annars var talan um tryggan sigur til KÍ, sum mikudagin skal til Argir. Kappingarneytin HB skal til Trongisvágs, og lagt er upp til framhaldandi tætta kapping og eisini fult stigatal til bæði, tá tað næsta umfar er av.

Betrideildin 5. umfar (umfar nummar trý)

Leygardagin 8. apríl

07 Vestur - KÍ 1-3 (0-2)
19' Árni Frederiksberg 0-1
44' Páll Andrasson Klettskarð (René Shaki Joensen) 0-2
63' Claes Phillip Kronberg (Árni Frederiksberg) 0-3
74' Jasper van der Heyden 1-3

HB - AB 4-0 (3-0)
3' Mikkel Dahl (Adrian Rúnason Justinussen) 1-0
8' Mikkel Dahl (Bartal Wardum) 2-0
33' Áki Debes Samuelsen 3-0
58' Mikkel Dahl (Viljormur Davidsen) 4-0

Hini úrslitini í dag:

B36 - B68 2-0 (1-0)
8' Bjarki Nielsen (Hannes Agnarsson) 1-0
76' Magnus Egilsson (Símun Sólheim) 2-0

Sí eisini: 
B36 basti B68
Myndir: B36 - B68

Bjarki Nielsen: Verður eitt sindur indianarafótbóltur - sita tó meira á tí enn teir
Jákup á Borg: - Mangla tað síðsta fyri at leggja ordiligt trýst á B36

ÍF - Víkingur 0-1 (0-0)
89' Geza David Turi (Andreas Lava Olsen) 0-1

Sí eisini: 
Geza gjørdist avgerandi í grannauppgerðini
Myndir: ÍF - Víkingur

EB/Streymur - TB 2-1 (2-1)
4' Mikkjal Hellisdal (Rógvi Egilstoft) 1-0
20' Samudeen Musah (Poul Ingason) 1-1
40' Rani Hansen (Virgar Jónsson) 2-1

Støðan í Betrideildini eftir trý umfør

1. KÍ 9 stig 
2. HB 9 stig 
3. Víkingur 6 stig
4. B36 6 stig  
5. EB/Streymur 6 stig 
6. 07 Vestur 4 stig 
7. ÍF 3 stig
8. B68 1 stig 
9. AB 0 stig 
10. TB 0 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder