2020-07-27 15:59
Aftur í ár fer Róðrarsambandið at vísa FM-róðrarnar á ólavsøku á trimum stórskíggjum á havnarøkinum.
Sambært Tórshavnar kommunu fer ein skíggi at standa við Bursatanga, ein við Faroe Ship og ein úti á Molanum í tíðarskeiðnum millum klokkan 13 og áleið 20 ólavsøkuaftan.
– Um tað verður ov trongligt á góðu áskoðaraplássunum við Havnarvág, so er hetta eitt gott alternativ.
Róðrarsambandið fíggjar tiltakið við lýsingum og til ber at stuðla sambandið á tann hátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald