Kappróður

Kappróður verður á Fjarðastevnu - uttan áskoðarar

Róðrarsambandið boðar frá, at FM-róður verður leygardagin á Skála. Tveir dráttir skulu vera tøkir, eingin óviðkomandi skal koma á økið, og hvør bátur skal sóttreinsast millum róðrarnar.

Endliga sleppa rógvararnir at kappast aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Endliga sleppa rógvararnir at kappast aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-10 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku varð Norðyastevnuróðurin útsettur við stuttum skotbrái. Mett varð, at tað ikki var ráðiligt at skipa fyri kappróðri, tí tamarhald ikki var á koronusmittuni, og løgmaður bað føroyingar um at fara niður í ferð.

Síðani hava rógvarar verið í bíðustøðu: Hvat hendir við tí ætlaða róðrinum? Og verður róð á Fjarðastevnuni á Skála 12. juni sum ætlað?

Landstýrið kom við nýggjari fráboðan fyri løtu síðani, og heilt stutt aftaná boðaði Róðrasambandið frá, at kappróður verður avgreiddur á Skálafjørðinum leygardagin. Tó verður tað uttan áskoðarar, og ymiskar mannagongdir skulu handast, fyri at minka um Covid-19 smittuvandan og møguliga smittuspjaðing.

Les eisini: Størri tiltøk kunnu haldast aftur - ítróttur við áskoðarum

Millum annað skulu tveir dráttir vera tøkir, eingin óviðkomandi skal koma á økið - tað er bert tær yngru manningarnar, ið kunnu hava hjálparfólk við - og hvør bátur skal sóttreinsast millum róðararnar.

Eingir áskoðarar sleppa til róðurin, ið verður vístur í Kringvarpinum. Talan verður um fyrsta FM-róðurin í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder