Fótbóltur

Kappróðurin í Kollafirði avlýstur - ikki korona sum er orsøkin

Korona er ikki syndabukkurin hesaferð. Neyðugu amboðini at skipa fyri róðrinum eru ikki til staðar í Kollafirði í ár, og tí verður róðurin fluttur.

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-16 21:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri aðru ferð í ár, verður boðað frá, at eingin kappróður verður á einari stevnu. Hesaferð er tað kappróðurin á Sundalagsstevnu í Kollafirði, sum í ár verður av ongum. Fyri tveimum vikum síðani var róðurin á Norðoyastevnu avlýstur orsakað av koronu, men farsóttin er ikki syndabukkurin hesaferð.

Orsøkin er, at neyðugu amboðini ikki eru ti staðar í Kollafirði í ár, og tí ber ikki til at skipa fyri kappróðri leygardagin.

- Í mong ár hevur alivinnan verðið hollur stuðul hjá kappróðrarfeløgum kring landið og tað hevur eisini verið her í bygdini, har Bakkafrost altíð hava hjálpt væl til. Seinastu nógvu róðrarnar, sum hava verið í Kollafirði, hevur tað altíð gingið uppá stás, tí neyðugu amboðini og fólkini hava verið tøk. Í ár eru vit komin í tað truplu støðu, at Bakkafrost ikki kann hjálpa til av serligum umstøðum, sigur Kollafjarðar Ítróttarfelag í fráboðan.

- RSF setur høg krøv til bátar sum halda startinum og tá eru tvíkiljurnar næstan tær einasta sum klára hesa uppgávu. Hendan støðan uppstóð sunnukvøldið og vit hava arbeitt við einari alternativari loysn síðani. Trupulleikin er tó hann, at eingin tíð hevur verið at royna aðrar loysnir, orsaka av veðrinum og trafikki á fjørðinum.

Fundur hevur verið við Róðrarsambandið í kvøld, har tosað hevur verið um íkomnu støðuna.

- Øll vóru samd um, at at royna eina nýggja og óroynda loysn sum møguliga ikki riggar, ikki er rætti vegur at fara, sigur KÍF.

Upplýst verður, at arbeitt verður við at flyta róðurin, og kunnað verður um hetta seinni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder