- Tað er ikki rógvandi í Sørvági sum støðan er nú.
Tað eru boðini frá Róðrarsambandinum, nú so nógvur mjørki er í Vágum at tað í løtuni ikki ber til at avgreiða kappróðurin á Vestanstevnu. Barnaróðurin varð avgreiddur fyrr í dag, men tað ber ikki til at seta FM-róðurin í gongd.
- Vit hava verið í samband tornið á flogvøllinum og onnur veðurkøn her vesturi. Og tað sær út til at hetta veðrið verður liggjandi eina løtu afturat, so klokkan 16.30 taka vit nýggja støðu, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum við útvarpið.
- Vit hava sæð her gjøgnum allan dagin, at tað skiftir eitt sindur so vit vón, at tað fer at lætta eitt sindur so vit kunnu avgreiða róðurin, sigur Annika Dalgarð.