Annað

Kári og Knút gjørdu slætt borð

Nýggi hesturin hjá Knút Lútzen kappaðist fyri fyrstu ferð hetta vikuskiftið, og vann hann allar kappingar, har hann var við.

Mynd: Ríðisamband Føroya

Mynd: Ríðisamband Føroya

2019-06-23 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uttandurakapping 3 hevur verið á skrá hetta vikuskiftið, og kappingin var sermerkt við, at summi ross ikki vóru við, og at fleiri nýggir vinnarar vóru, skrivar Ríðisamband Føroya.

Serliga áhugavert var at síggja nýggja hestin hjá Knút Lútzen, Kára frá Ásbrú. Hesin hesturin er nýligani komin úr Íslandi og kappaðist nú á fyrsta sinni her á landi. 

Vónurnar vóru góðar til hestin, sum skuldi eitast at vera sera góður, og ikki kann sigast annnað enn at hann livdi upp til vónirnar. Kári gjørdi slætt borð, vann har hann var við og serliga í skjóta tøltinum í T1 finaluni vísti hann sannan karakter og at hann er eitt ross man skal halda eyga við framyvir, skrivar Ríðisambandið.

Umframt T1 vunnu Kári og Knút eisini fjórgongdina

Gylling og Klæmint T. Myllhamar høvdu eisini eina góða kapping, tey vunnu skeiðkappingina mikudagin og krúnaðu eitt gott vikuskifti við at vinna fimmgongdina.

Aðrir vinnarar vóru hesir:

V5 ung, Elma Laksafoss á Anga

-V5 vaksin Óluva á Lofti á Kopar

T7 ung Elma Laksafoss á Kopar

T7 vaksin Gunnar Justinussen á Byrnir 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder