Fótbóltur

Kasper Hjulmand gevst sum danskur landsliðsvenjari

Eitt nýtt andlit og hugskot skulu sleppa framat, heldur hann.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-19 08:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kasper Hjulmand hevur síðan 2020 staðið á odda fyri danska landsliðnum, men danska fótbóltssambandið DBU boðar fyrrapartin frá, at hann gevst.

- Tá eg hyggi fram móti HM um tvey ár, haldi eg, at tað er best fyri liðið at eitt nýtt andlit og nýggj hugskot sleppa til, sum kann skriva ein nýggjan kapittul fyri hetta fantastiska lið, sigur Kasper Hjulmand við heimasíðuna hjá DBU.

- Tað snýr seg ikki um meg. Tað snýr seg um, hvat er best fyri liðið, sigur hann.

Hjálparvenjarin á danska landsliðnum síðan 2019, Morten Wieghorst, er settur sum fyribils venjari til á nýggjárinum.

Harvið bleiv áttandapartsfinalan í EM-endaspælinum móti Týsklandi, har Danmark tapti 2-1, seinasti dystur hjá Kasper Hjulmand.

Hann tók yvir eftir Åge Hareide í 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder