Nevndin í Róðrarsambandinum hevur samtykt at seta Kaysten Rasmussen í starv sum samskipara.
Hesum boðar RSF frá í vikuni, og er talan um eitt hálvtíðarstarv: 20 tímar um vikuna.
Hetta merkir millum annað, at skrivstovan fer at hava opið týsdagar og hósdagar (13-18).
- Kaysten kemur at samskipa alt tað umsitingarliga á skrivstovuni hjá sambandinum, og annars at vera við til at føra tjóðarítrótt okkara longur fram á leið.
Um nýggja samskipara sín skrivar Róðrarsamband Føroya, at Kaysten Rasmussen er 48 ára gamal og búsitandi á Skála. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði innanfyri vinnulívið og ítróttin.
Kaysten byrjar í starvinum 1. Januar 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald