Fótbóltur

Ken Fagerberg settur sum høvuðsungdómsvenjari hjá 07 Vestur

36-ára gamli sviin hevur áður verið í felagnum - bæði sum spælari og venjari.

Hann kom til Føroyar at spæla í 2017 - júst til 07 Vestur. Ken Fagerberg fekk A-venjaraprógv í hondina síðsta heyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hann kom til Føroyar at spæla í 2017 - júst til 07 Vestur. Ken Fagerberg fekk A-venjaraprógv í hondina síðsta heyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-15 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

07 Vestur hevur sett Ken Fagerberg í starv sum høvuðsungdómsvenjara á dreingjasíðuni. Hesum boðaði felagið frá á síðu sínari seint í gjárkvøldið.

Sáttmálin er galdandi fyri eitt ár, og Ken byrjar í starvinum beinanvegin.

Ken Fagerberg er ikki ókendur í felagnum. Hann hevur verið bæði spælari og ungdómsvenjari í 07 Vestur. Í felagnum væntar man, at hann kann byggja víðari uppá ungdómsarbeiðið.

- Vit vita, at Ken, við sínum førleikum og eldhuga fyri fótbólti, fer at vera ein týðandi partur av menningini av okkara ungu fótbóltsleikarum.

36-ára gamli sviin hevur royndir sum yrkisspælari í heimlandinum og í Danmark. Hann kom til Føroyar at spæla í 2017 - júst til 07 Vestur. Sterki áleyparin hevur eisini umboðaði TB og Royn sum spælari og venjari.

Síðst heyst fekk Ken Fagerberg A-venjaraprógvið til høldar.

[object Object]
Mynd: Fótbóltssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder