Annað

Kenja: Klæðir frá B36 og ÍA - bóltar frá 07 Vestur

- Tað var bæði stuttligt og rørandi at síggja, hvussu takksom tey vóru, sigur Sólgerð Joensen, ið er ein av teimum, sum er í starvslæru í eysturafrikanska landinum og hevur blusur og annað við úr Føroyum.

Klæðini úr B36 og ÍA og bóltarnir hjá 07 Vestur koma væl við hjá hesum børnunum í Kenja, sum mest spæla serliga fótbólt og rugby  Herfyri vóru gomlu spælaraklæðini koyrd burtur, tí tey vóru so illa slitin (Mynd: B36)

Klæðini úr B36 og ÍA og bóltarnir hjá 07 Vestur koma væl við hjá hesum børnunum í Kenja, sum mest spæla serliga fótbólt og rugby  Herfyri vóru gomlu spælaraklæðini koyrd burtur, tí tey vóru so illa slitin (Mynd: B36)

2024-02-03 17:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tey vóru so glað, tí nú kundu tey loksins spæla í eins spælitroyggjum aftur.

Tað sigur Sólgerð Joensen, sum saman við Heidi Mariu Akselsen og Anitu Hansen er farin í starvslæru í Nakuru í sjey vikur, nakað uttanfyri høvuðsstaðin Nairobi.

Facebook-síðan hjá B36 skrivar, at nøkur børn í Nakuru í Kenja nú hava spælaraklæðir frá B36 og hondbóltsfelagnum ÍA, umframt fótbóltar frá 07 Vestur.

Tær tríggjar, sum eru farnar úr Føroyum til landið í Eysturafrika í starvslæru, høvdu nøkur ting við, ið børnini veruliga kunnu nýta.

[object Object]

[object Object]
Mynd: Fótbóltsfelagið B36

Talan er um fótbólts- og hondbóltsblusur, umframt shorts og bóltar, sum ikki verða nýtt í Føroyum.

Klæðini úr B36 og ÍA og bóltarnir hjá 07 Vestur koma væl við hjá hesum børnunum í Kenja, sum mest spæla serliga fótbólt og rugby  Herfyri vóru gomlu spælaraklæðini koyrd burtur, tí tey vóru so illa slitin.

- Tað var bæði stuttligt og rørandi at síggja, hvussu takksom tey vóru, tí tey hava vanliga trupult við at fáa fatur í spælaraklæðum, bóltum og øðrum, sigur Sólgerð.

At føroysk ítróttarfeløg lata klæðir á líknandi hátt er vorið meira vanligt.

[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder