Árliga Kerjarenningin er serlig, tí heilsa og kapping eru samantvinnað í einum og sama tiltaki.
Øll kunnu vera við, bæði roynd og óroynd. Nøkur ganga, onnur renna og summi kappast, tí í Kerjarenningini røra fólk seg eftir førimuni í náttúruni.
Tríggir teinar eru at velja ímillum. 1,5 km, 5,5 km og 10,5 km.
Á heimasíðuni hjá Hvirluni www.hvirlan.fo ber til at lesa meira um ruturnar. Felags fyri ruturnar er, at allar byrja og enda á økinum við Berg Hestar.
Vetrarkappingin, VK
Kerjarenningin er 2. umfar í vetrarkappingini. Teinurin er 10,5 km, og runnið verður eftir rossagøtuni út í Havnadal at venda. Heimaftur verður runnið eftir norðara partinum av rossagøtuni. Góð undirtøka var til fyrstu vetrarkappingina, so spennandi verður, um nýggir rennarar hesaferð knógva vinnarunum frá seinast.
Øll kunnu vinna
Økið við Berg Hestar er skipað stak hugnaligt við tónleiki og møguleika at fara inn í ríðihøllina. Hotel Føroyar bjóðar øllum heitt kakao og bollar á málinum. Vit eru í november, so heitt kakao hóskar væl til árstíðina.
Tá øll eru komin á mál, verður kastað lut ímillum luttakararnar. Lutakastið er skipað soleiðis, at vinningurin skal heintast á staðnum, tá lutakastið er. Heintar eingin vinningin, verður drigið av nýggjum, til ein vinnari er funnin. Nógvir góðir vinningur eru, og teir síggjast á www.hvirlan.fo.
Tilmelding
Til ber at boða frá luttøku á www.fif.fo, og á sjálvum rennidegnum ber til at tekna seg frá kl. 12:00 á økinum við Berg Hestar. Tey, sum longu hava teknað seg, kunnu heinta startnummar og renniblusu í Intersport í Jónas Broncksgøtu, fríggjadagin 15. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald