
Fimta umfar í bestu kvinnudeildini verður leikt um vikuskiftið, og tveir dystir vóru seinnapartin. Í Klaksvík var 07 Vestur á vitjan hjá greipuvinnarunum í KÍ.
Hóast 07 Vestur skoraði tvey mál ímóti sterku klaksvíkskvinnunum, so var tað ikki nokk. KÍ málmaskinan fór í gongd, og heimaliðið vann 5-2. Ein pliktsigur til KÍ-kvinnurnar sum við teimum trimum stigunum fara framvið HB og Víkingi á einum deildum fyrsta plássi, men sum eisini bresta saman í morgin.
Hervør Olsen skoraði hattrikk í 5-2 sigrinum móti 07 Vestur í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)
NSÍ kvinnur fingu í dag sín annan sigur í kappingini. Tað var við 3-1 úrsliti ímóti EBS/Skála við Løkin seinnapartin, og runavíkskvinnur hála seg tí upp á seks stig. Tær fara fyribils framvið B36 á stigatalvuni, sum í morgin spælir ímóti uppflytarunum úr felagsliðnum AB/B71.
Laila Pætursdóttir til 3-0 til NSÍ:
KÍ - 07 Vestur 5-2 (4-1)
5’ Hervør Olsen 1-0
26’ Margit M. Kwao 1-1
37’ Hervør Olsen 2-1
41’ Hervør Olsen 3-1
44’ Tóra Mohr 4-1
52’ Tóra Mohr 5-1
64’ Margit M. Kwao 5-2
NSÍ - EBS/Skála 3-1 (2-0)
7’ Heidi Sevdal 1-0
45’ Ansy Sevdal 2-0
58’ Laila Pætursdóttir 3-0
65’ Lea Lisberg 3-1
Dystir í morgin
Víkingur - HB (Sunnudagin 25. apríl kl. 12:30)
B36 - AB/B71 (Sunnudagin 25. apríl kl. 12:30)
Støðan í Betri deildin kvinnur
1. KÍ (11 stig)
2. HB (10 stig)*
3. Víkingur (10 stig)*
4. EBS/Skála (7 stig)
5. NSÍ (6 stig)
6. B36 (4 stig*)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. AB/B71 (0 stig)*
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald