Tjóðarleikvøllurin verður tikin í nýtslu tá KÍ tann 11. august spælir seinna dystin móti Ballkani úr Kosovo.
Djúpumýra kundi hýsa fyrsta umfarinum í Champions League og øðrum umfari í Conference League, men longur lið koma víðari í kappingini, tess størri gerast krøvini til vøll og umstøður.
Mikkjal Thomassen fegnast um stóra stuðulin, KÍ hevur fingið við Djúpumýru í ár. Í kvøld vóru t.d 20 prosent av fólkatalinum í Klaksvík til dyst.
- Vit fingu ótrúligan stuðul og tað bleiv trummað og rópt frá fyrsta minutti, sigur Mikkjal Thomassen í samrøðu við KÍ.
- Um vit skorið einar tríggjar til fýra metrar av skýlinum (Bláa skýlinum), høvdu vit kunna gjørt vøllin til støddina, hann skal vera fyri at spæla víðari. Men tað veðrur ikki beint nú, so vit eru noddir at fara á Tórsvøll at spæla, sigur hann.
- Men vit hava fingið góð útslit á Tórsvøli, og vit hava so góðar áskoðarar og eg vænti vit eisini fáa dyggan stuðul í Havn, sigur Mikkjal Thomassen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald