Fimm dystir vóru leiktir í bestu mansdeildini í fótbólti seinnapartin og úrslitini eru við KÍ, sum byrjar at draga frá hinum liðunum.
Við 3-0 sigri móti EB/Streymi seinnapartin kemur KÍ upp á fýra sigrar eftir fýra umfør sum gevur 12 stig. Fýra stig eru niður til Víking sum á Tórsvølli í dag leikti 1-1 móti B36.
(Mynd: Sverri Egholm)
ÍF var á vitjan hjá runavíkingum við Løkin, og her vóru tað heimaáskoðararnir, sum høvdu meira at fegnast um. Klæmint Olsen legði NSÍ á odda 1-0 við brotssparki tá ein lítil hálvur tími varð leiktur, og í seinna hálvleiki øktu runavíkingar til fyrst 2-0 og síðani 3-0, sum eisini gjørdist úrslitið.
Klæmint Andrasson Olsen og hinir runavíkingarnir fegnast um 1-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)
B68 hevði vitjan av tvøramonnum, sum í fyrra hálvleiki stóðu fyri stórum parti av spælinum. Tað vóru kortini toftamenn sum løgdu seg á odda eftir 68 minuttir av spæli. Bara tveir minuttir seinni javnaði Ndende fyri TB til støðuna 1-1 og eina løtu seinni var sami maður aftur upp á spæl og legði útliðið á odda 2-1. Fimm minuttir fyri leiklok fekk B68 brotsspark sum Lukasz Cieclewicz umsetti til mál. 2-2 á Svangaskarði.
(Mynd: Sverri Egholm)
Á Tórsvølli seint siennapartin spældu HB og 07 Vestur. Heimaliðið var á odda longu tá fimm minuttir vóru leiktir, og í hálvleikinum var støðan 3-0 til HB. Talan gjørdist um eitt veruligt skrædl hjá 07 Vestur sum tapti 7-0 móti greipuvinnarunum.
B36 - Víkingur 1-1 (0-0)
73’ Noah Miney 0-1
85’ Sebastian Pingel 1-1
KÍ - EB/Streymur 3-0 (2-0)
35’ Páll Klettskarð 1-0
38’ Árni Frederiksberg 2-0
59’ Páll Klettskarð 3-0
NSÍ - ÍF 3-0 (1-0)
26’ Klæmint A. Olsen 1-0 brotsspark
63’ Petur Knuden 2-0
73’ Jacob Trenskow 3-0
B68 - TB 2-2 (0-0)
68’ Áki Johannesen 1-0
70’ Ndende Adama Guéye 1-1
80’ Ndende Adama Guéye 1-2
85' Lukasz Cieclewichz 2-2
HB - 07 Vestur 7-0 (3-0)
1' Mikkel Dahl 1-0
4' René Shaki Joensen 2-0
18' Mikkel Dahl 3-0
45' Mikkel Dahl 4-0
50' Daniel Johansen 5-0 brotsspark
63' Mikkel Dahl 6-0
90' Stefan Radosaljevic 7-0
Støðan eftir fýra umfør
1. KÍ (12 stig)
2. Víkingur (8 stig)
3. ÍF (7 stig)
4. HB (7 stig)
5. B36 (6 stig)
6. NSÍ (6 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. EB/Streymur (2 stig)
9. B68 (2 stig)
10. TB (1 stig)
Dagført kl. 19:25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald