Mikukvøldið vórðu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar, og vit vita nú hvørji tey fýra liðini eru, sum skulu kappast í hálvfinalunum.
HB vann akkurát á AB, KÍ fekk hol á til síðst móti ÍF, meðan 07 Vestur og Víkingur vunnu trygt ímóti ávikavist TB og B36.
Tað var at kalla ongantíð nakar ivi á Tórsvølli. Víkingur legði seg á odda aftan á níggju minuttir og var við yvirlutan allan dystin.
Í 22. minutti økti Sølvi Vatnhamar til 2-0 við brotssparki, og hetta gjørdist eisini úrslitið. Steypavinnarin í fjør, B36, er sostatt úti av kappingini.
(Mynd: Bjarni Enghamar)
HB slapp við skrekkinum
Tað var eitt skirvisligt HB-lið, sum skuldi verja sigurin heim, tá Áki Samuelsen hevði lagt kreppurakta heimaliðið á 2-1.
Menn raktu ikki bóltin og avleveringarnar sótu ikki, sum tær skuldu. Hørður Askham mundi enntá javnað fyri AB-ararnar, tá hann í einari roynd at rudda bóltin burtur, setti bóltin á tvørtræið.
Tá so dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð lætnaði øgiligt hjá HB’arunum. Bæði innan- og uttanfyri vøllin. Mánadagin tveitti felagið Kim Engstrøm til hús, og boðaði løtu seinni frá, at Dalibor Savic varð settur sum nýggjur venjari restina av kappingarárinum. Hetta hendi eftir vánalig úrslit í longri tíð.
Dalibor Savic (Mynd: Bjarni Enghamar)
B36 - Víkingur 0-2 (0-2)
9’ Andreas Lava Olsen 0-1
22’ Sølvi Vatnhamar 0-2 (br.)
HB - AB 2-1 (0-1)
1’ Marius Kryger Lindh 0-1
73’ Pætur Petersen 1-1
82’ Áki Samuelsen 2-1
KÍ - ÍF 3-0 (0-0)
84’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
90’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0
90’ Jákup Biskopstø Andreasen 3-0
TB - 07 Vestur 1-4 (1-2)
13’ Ronni Møller Iversen 0-1
38’ Janus Svabo Samuelsen 0-2
41’ Jóhan Renéson Thomsen 1-2
64’ Ronni Møller-Iversen 1-3
67’ Mads Borchers 1-4
Hálvfinalurnar verða leiktar eftir summarfrítíðina. Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 7. september, og tær seinnu 5. oktober.
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at KÍ og 07 Vestur hittast í aðrari hálvfinaluni, meðan Víkingur og HB hittast í hinari
Finalan um Løgmanssteypið verður leikt 29. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald