Fótbóltur

KÍ ikki bert við fyri at læra

Hetta prógvaðu føroyameistararnir í Bratislava í kvøld. Tað var ógvuliga nær at røkka til stig - tað kann kosta dýrt, at tað ikki gjørdi.

Jákup Biskopstø Andreasen og liðfelagirnir vóru sanniliga ikki langt frá stigi í Slovakia. Teir skulu tó skjótt reisa seg (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

Jákup Biskopstø Andreasen og liðfelagirnir vóru sanniliga ikki langt frá stigi í Slovakia. Teir skulu tó skjótt reisa seg (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2023-09-21 23:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ ætlar sær víðari úr bólkaspælinum, og har er ein møguleiki fyri tí, um man spælir dystirnar rætt. Hetta staðfesti Magne Hoseth í viðtalu við Portalin í síðstu viku.

Norski høvuðsvenjarin var ikki til staðar til fyrsta Conference League-dystin, men frá sjúkralegu sínari í Klaksvík sá hann eitt lið og avrik, sum vildi nakað. Slovan hevði samanlagt yvirvág og vandamiklar møguleikar útyvir málini. Í løtum hekk tað ikki heilt saman hjá KÍ við bóltinum, man fall ov langt aftur í nøkrum førum, og málini vóru heldur "løtt at fáa" hjá Slovan. Men KÍ stríddist væl. Spælarnir kastaðu seg væl fyri í nøkrum støðum, tordu heilt væl til tíðir við bólti og hóttu. Útiliðið kom eisini á odda og kundi væl javnað í síðstu minuttunum.

Longu í "kroystari" støðu í bólkinum - fara eftir møguleikanum

"At vera við fyri at læra" er ein kendur setningur í føroyskum ítrótti, og sjálvandi skal KÍ læra av at vera við á hesum stigum og royna at bøta um tey lýti, ið nevnd eru omanfyri. Í KÍ-leguni hevur man tó hugburðin, at man ikki hevur nakað at missa, og at man fer eftir tí, sum er at fara eftir.

Um í minsta lagi 2. plássið í bólkinum skal verða tryggjað, tá sætta og seinasta umfar í bólki A er av, so skal ógvuliga nógv til hjá KÍ. Lille er greiður favorittur at vinna bólkin, og franska felagið vitjar í Føroyum um tvær vikur. Um Lille, sum væntað, vinnur á Tórsvølli, og Slovan Bratislava vinnur í Lublijana, so verður tað tungur burður hjá KÍ.

Sí eisini: KÍ misti leiðsluna í fyrstu royndini

Nógv kann henda enn. Fyrst skal KÍ hugsavna seg um heimligu kappingina og FM-stríðið, og so fer liðið eftir møguleikanum í Conference League.

Júst orsakað av støðuni í bólkinum kundi tað gjørt so góðan mun, um KÍ fekk javnleik í kvøld. Tað hevði eisini munað fíggjarliga: Ein javnleikur í bólkaspækinum gevur 1,2 milliónir - ein sigur gevur 3,7 milliónir krónur.  Við "úttrykkinum" í kvøld og eitt sindur meira skerpni, so kann tað bera langt - íhvussu er til at KÍ fær søgulig stig seinni í ár.

UEFA Conference League Bólkur A, 1. umfar: 
Í dag, hósdagin 21.09
Slovan Bratislava - KÍ 2-1 (0-0)
49' Deni Pavlovic (Árni Frederiksberg) 0-1
54' Vladimir Weiss 1-1
74' Aleksandar Cavric 2-1

KÍ (4-5-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva  – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Mads Boe Mikkelsen – Sivert Gussiås

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Luc Kassi, Páll Andrasson Klettskarð og Jóhan Josephsen

Í gjár, 20.09
Lille - Olimpia Lublijana 2-0

Liðið skal í gongd aftur skjótt. Næsti Conference League-dystir er á skránni 5. oktober. Tað er móti Lille á Tórsvølli. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma víðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder