Fótbóltur

KÍ kann fara frá hinum

Klaksvíkingar kunnu senda HB úr stríðnum um FM, men við sigri kann HB fáa veruligan spenning í toppin aftur.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-28 15:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ 18, HB 13, NSÍ 12 og Víkingur 11.

Tað er støðan í oddinum í føroyskum fótbólti í løtuni, og við sigri á HB við Djúpumýrar í kvøld, kann KÍ økja um góðu leiðsluna í FM-stríðnum, og so kann alt vera avgjørt longu aftaná sjey umfør.

Dysturin skuldi upprunaliga spælast annan páskadag, men orsakað av ringa veðrinum tá, varð umfarið útsett til í dag. Síðani á páskum hevur HB havt eina góða gongd, og vinna havnarmenninir, kann spenningur koma í toppin í Betri deildini aftur, tí tá vera bara tvey stig á muni millum eitt og tvey.

Við Løkin bresta NSÍ og Víkingur saman, og vinnarin av tí dystinum - um HB vinnur sín dyst - kemur uppí oddastríðið. Um teir reyðu og svørtu megna sína uppgávu í dag, er lítil møguleiki fyri at sterka KÍ-liðið letur nakran iva vera restina av kappingarárinum, og so verður einki oddastríð í ár.

Televarpið stroymir allar dystirnar og atgongd kann keypast fyri 43 krónur. B68-ÍF sæst ókeypis á Rás1. Síggj dystirnar her.

FM1 útvarpar HB-KÍ og NSÍ-Víking. Lurta her.

4. umfar

TB - B36 (16:00)
KÍ - HB (19:00)
B68 - ÍF (19:00)
07 Vestur - EB/Streymur (19:00)
NSÍ - Víkingur (19:00)

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (18 stig)
2. HB (13 stig)
3. NSÍ (12 stig)
4. Víkingur (11 stig)
5. B36 (9 stig)
6. ÍF (7 stig)
7. 07 Vestur (6 stig)
8. EB/Streymur (5 stig)
9. B68 (2 stig)
10. TB (1 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder