KÍ-maskinan spolar víðari

Stóri vinnarin í umfarinum í dag er KÍ. Klaksvíkingar vunnu 8-0 móti B68 meðan nummar eitt og tvey á stigatalvuni, HB og NSÍ, spældu málleysan javnleik. Sjey stig eru nú millum nummar eitt og tvey.

Aftur hesaferð bleiv tað til stórsigur til klaksvíkingar. 8-0 og Jóannes Bjartalíð syrgdi fyri tveimum teirra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aftur hesaferð bleiv tað til stórsigur til klaksvíkingar. 8-0 og Jóannes Bjartalíð syrgdi fyri tveimum teirra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-16 17:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ er greitt oddalið eftir dagsins umfar, har nummar tvey og trý á stigatalvuni undan dystunum í dag, leiktu málleysan javnleik.

Klaksvíkingar hava víst knúsandi styrki seinastu umførini, og 8-0 sigurin móti B68 í dag, var bara ein staðfesting av, at KÍ veruliga ætlar sær føroyameistaraheitið í ár.

At hvørki NSÍ ella HB við Løkin í dag megnaðu at skora, ger støðuna hjá KÍ bara betri.

Í Fuglafirði fekk heimaliðið ein kærkomnan 2-1 sigur móti EB/Streymi eftir at hava verið aftanfyri 1-0. Víkingur vann 1-0 móti TB og fer framvið NSÍ og upp á triðja pláss, meðan B36 hevði trupulleikar av 07 Vestur, og leikti javnt 1-1.

KÍ er nú á odda við sjey stigum niður til HB á øðrum plássi, og níggju stigum niður til Víking á triðja plássi.

Úrslit 11. umfar

NSÍ - HB 0-0

Víkingur - TB 1-0 (1-0)
24’ Sølvi Vatnhamar 1-0

KÍ - B68 8-0 (5-0)
10’ Heini Vatnsdal 1-0
22’ Sumareh Bubacarr 2-0
27’ Árni Frederiksberg 3-0
32’ Jóannes Bjartalíð 4-0 (br.)
38’ Lars Daniel Bjørkman 5-0
60’ Odmar Færø 6-0
67’ Jasper Van Der Hayden 7-0
90’ Jóannes Bjartalíð 8-0

B36 - 07 Vestur 1-1 (0-0)
62’ Andras Johansen 1-0
66’ Sølvi Egilsson 1-1

ÍF - EB/Streymur 2-1 (1-1)
15’ Heðin Klakstein 0-1
44’ Elias Lervig 1-1
86’ Bogi Reinert Petersen 2-1

Støðan í Betri deildini eftir 11 umfør

1. KÍ (31 stig)
2. HB (24 stig)
3. Víkingur (22 stig)
4. NSÍ (21 stig)
5. B36 (17 stig)
6. ÍF (11 stig)
7. EB/Streymur (9 stig)
8. 07 Vestur (8 stig)
9. B68 (6 stig)
10. TB (2 stig)

12. umfar

Leygardagin 22. mai
NSÍ - KÍ

Mánadagin 24. mai
B36-HB
B68-07 Vestur
TB-ÍF
Víkingur-EB/Streymur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder