Fótbóltur

KÍ og Árni gjørdu tað aftur

Árni Frederiksberg sló til eftir ein tíma og legði løtu seinni upp til Páll Klettskarð. SJK gjørdist ikki heilt vandamikið, KÍ vann aftur og skal næstu vikurnar royna seg móti serbiskari mótstøðu.

Árni Frederiksberg og teir høvdu yvirtakið móti Samuel Chukwudi og hinum hjá SJK í mjørkanum í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg og teir høvdu yvirtakið móti Samuel Chukwudi og hinum hjá SJK í mjørkanum í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-17 21:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur fagnaður í Klaksvík í kvøld, har fótbóltur sum vant fyllur nógv. Eftir fyrsta evropeiska heimadystin hjá KÍ í ár er greitt, at KÍ framvegis hevur vunnið allar sínar heimadystir í 2025 - og ikki tapt nakran kappingardyst.

Talan var ein ógvuliga professionellt KÍ-avrik í mjørkanum við Djúpumýru í kvøld. Teir kongabláu høvdu eina leiðslu við frá dystinum í Finnlandi og nýttu hana væl. KÍ stýrdi dystinum - við og uttan bólt.

Fyriuttan tvey góð langskot, eitt kolldømt mál og eina naska roynd eftir innlegg var SJK ikki nær við. Verjuparturin hjá KÍ var ógvuliga stinnur - við Gaston Tellechea, Deni Pavlovic og Odmari Færø í miðverjuni. Serliga síðstnevndi spældi ein frálíkan dyst. Landsliðsspælararnir á vongbakkunum - Jóannes Kalsø Danielsen og René Shaki Joensen - góvu ikki nógv pláss til finnar, og frammanfyri tuskaðu menn sum Jákup B. Andreasen og Hallur Hansson.

Mark F. Jensen byrjaði sum vant í málinum men noyddist út í 1. hálvleiki við heilaskjálvta. Sebastian John kom inn og stóð so at siga lýtaleyst. KÍ hevur eyðsæð nógva styrki, og eftir steðgin avgjørdi liðið hjá Magnusi Powell dystin og uppgerðina.

Eftir ein tíma trillaði Jákup B. Andreasen bóltin fyri føturnar á Árna Frederiksberg, og hetta er vanliga eitt gott hugskot. Føroyski Evropa-toppskjúttin smekkaði bóltin niður í longra málhornið við vinstra beininum.

So var brekkan tung hjá Samuel Johansen Chukwudi og SJK. Føroyski miðverjin hjá finska felagnum spældi annars ein góðan dyst, men í 73. minutti kundi hann einki gera við Páll Klettskarð sum á perfektan hátt setti høvdið á gott hornasparksinnlegg hjá Árna.

2-0 og so var stórur fagnaður. Dysturin var við hesum eisini punkteraður, og KÍ fær flerii evropeisk stig, umframt pláss í 2. umfari í Conference League.

Tað er triðja árið á rað, at KÍ spælir seg víðari úr einum 1. umfari. Í 2. umfari verður tað eitt ella fleiri stig hægri, tá Radnicki bíðar. Fyrri dysturin verður í Serbia um eina viku.

UEFA Conference League - 1. umfar
Seinnu dystirnir, hósdagin 17. juli
KÍ SJK 2-0 (0-0) samanlagt 4-1
61' Árni Frederiksberg (Jákup Biskopstø Andreasen) 1-0
73' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder