Fótbóltur

KÍ og HB vunnu síðstu ungdómsfinalurnar

Hjá U13 gentum vann KÍ 3-0 á NSÍ - í U15-finaluni vann HB greitt á FC Hoyvík, ið fyri fyrstu ferð varð umboðað í einaru steypafinalu.

2021-10-03 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ársins seinastu steypafinalur í yngru deildunum vórðu spældar á Tórsvølli í gjár,  leygardagin 2. oktober. Talan var um finalurnar í U13 og U15 hjá gentum.

Í finaluni hjá U13 gentunum vunnu tær blákløddu úr Klaksvík 3-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Málskjúttar vóru Karla Sjóstein, Kára Sigurðsson og Frida Vitalis. Aftaná dystin varð Elisabet Norðoy Vilhelmsen hjá KÍ vald til dagsins spælara.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Fótbóltssamband Føroya

Í finaluni um Eilif Arge steypið lat HB ongan iva vera um, hvønn veg sigurin skuldi fara. Úrslitið gjørdist ein greiður 6-1 sigur til HB, sum kom á odda við fýra málum, áðrenn FC Hoyvík svaraði aftur.

Lea Tórarenni Johannesen og Agata Kjærbæk Djurhuus skutu tvey mál í part, meðan Ró Reginsdóttir, ið eisini varð vald til dagsins spælara, og Mira Bendix Laursen gjørdu hvør sítt. Einsamalla málið hjá FC Hoyvík skoraði Brá Zakarisardóttir. HB vann eisini báðar steypafinalurnar fríggjakvøldið - U13 Dreingir og U18 Gentur - so talan var um eitt gott steypavikuskifti hjá felagnum.

Les eisini: Greiðir steypasigrar til HB

Nú eru bert tvær steypafinalur eru eftir at spæla í hesum kappingarárinum. Tað er talan um finalurnar hjá teimum vaksnu: Leygardagin 6. november spæla kvinnurnar, og leygardagin 4. desember er finalan um Løgmanssteypið á skránni.

Hálvfinalurnar hjá kvinnum verða spældar 6. og 30. oktober, meðan hálvfinalurnar hjá monnum verða spældar 20. og 21. november, og 27. og 28. november.

Kelda: Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder