
Tað er ikki so stórur munur í oddinum í Betrideildini hjá kvinnum, og kappingin gjørdist ikki minni spennandi, tá EBS/Skála og NSÍ vunnu í 6. umfari, ið varð leikt í gjárkvøldið.
EBS/Skála vann heldur óvæntað á útivølli móti HB, ið frammanundan bert hevði tapt fyri Víkingi. Randi Fagradal skoraði einsamalla málið í dystinum. Liðini eru nú jøvn í stigum.
Í Runavík var málveitsla. NSÍ vann 5-2 á B36, og Heidi Sevdal skoraði fýra av málunum. Hetta var annar sigurin á rað hjá NSÍ.
Heidi Sevdal hevur nú sjey mál í fimm dystum (Mynd: Sverri Egholm)
Í Klaksvík var tað serliga Hervør Olsen, sum var í hopla. Áleyparin skoraði øll fimm málini hjá KÍ, sum vann 5-1 á botnliðnum AB/B71. Hervør hevur nú skorað 10 mál í teimum seks dystinum í ár, og hon var við landsliðnum, tá tað var savnað fyri kortum.
Víkingur var oddalið undan dystunum í gjár, og KÍ er nú farið framvið iðnum úr Eysturkommunu, ið hevur 13 stig og málúrttøkuna +13 fyri teir fyrstu fimm dystirnar. Víkingur og 07 Vestur skuldu spæla í Sarpugerði í gjárkvøldið, men hetta varð av ongum orsakað av ringa veðrinum. Óvist er, nær dysturin verður leiktur.
6. umfar í Betrideildini
05.05
HB - EBS/Skála 0-1 (0-1)
28' Randi Fagradal 0-1
NSÍ - B36 5-2 (3-1)
1' Heidi Sevdal 1-0
4' Unn Hvidbro 2-0
10' Jacoba Langgaard 2-1
33' Heidi Sevdal 3-1
63' Heidi Sevdal 4-1
87' Olga Kristina Hansen 4-2
89' Heidi Sevdal 5-2
KÍ - AB/B71 5-1 (2-0)
8' Hervør Olsen 1-0
25' Hervør Olsen 2-0
55' Hervør Olsen 3-0
57' Fridrikka Clementsen 3-1
80' Hervør Olsen 4-1
81' Hervør Olsen 5-1
Víkingur - 07 Vestur Útsettur
Støðan
1 | 6 | 4 | 2 | 0 | 14 | 4 | +10 | 14 | ||
2 | 5 | 4 | 1 | 0 | 16 | 3 | +13 | 13 | ||
3 | 6 | 3 | 1 | 2 | 13 | 8 | +5 | 10 | ||
4 | 6 | 3 | 1 | 2 | 13 | 9 | +4 | 10 | ||
5 | 6 | 3 | 0 | 3 | 18 | 11 | +7 | 9 | ||
6 | 6 | 2 | 1 | 3 | 14 | 15 | -1 | 7 | ||
7 | 5 | 1 | 0 | 4 | 6 | 17 | -11 | 3 | ||
8 | 6 | 0 | 0 | 6 | 4 | 31 | -27 | 0 |
Talva: FaroeSoccer
Komandi umfar (7. umfar):
12.05
EBS/Skála - Víkingur
07 Vestur - NSÍ
13.05
AB/B71 - HB
B36 - KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald