Fótbóltur

KÍ og so hini

Munurin millum oddaliðið KÍ og hini økist. Víkingur vann á HB á nýggja graslíkinum á Ovara vølli meðan NSÍ snávaði móti EB/Streymi.

16 ára gamli Dávid Biskopstø Andreasen spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍ, og skoraði málið til 4-0 (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

16 ára gamli Dávid Biskopstø Andreasen spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍ, og skoraði málið til 4-0 (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2021-06-13 18:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður trupult hjá nøkrum at taka KÍ í ár. Nærmasti kappingarneytin um gullið í ár, HB, snávaði móti Víkingi í Gundadali í dag, meðan klaksvíkingar vunnu sín dyst trygt.

Hetta hevur við sær, at KÍ nú hevur 37 stig, og er á odda við 12 stigum, tó við einum dysti fleiri enn Víkingur og HB á øðrum og triðja plássi við ávikavist 25 og 24 stigum.

KÍ vann dystin við Djúpumýrar móti TB 4-0. Serliga kunnu klaksvíkingar fegnast um, at málið til 4-0 skoraði 16 ára gamli Dávid Biskopstø Andreasen, beiggi liðskiparan, Jákup Biskopstø Andreasen, og sum í dag spældi sín fyrsta dyst fyri teir besta liðið.

[object Object]Jákup Biskopstø Andreasen og Dávid Biskopstø Andreasen (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

Fleiri myndir síggjast á nordlysid.fo her

HB kann takka sær sjálvum fyri at nú meira ella minni hava spælt sær av við FM-møguleikan. Á nýggja graslíkinum á Ovara vølli var tað heimaliðið, sum hevði meginpartin av spælinum, men ungu víkingarnir vóru effektivari.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Longu tá bara fimm minuttir vóru leiktir legði Arnbjørn Svensson gestirnar á odda 1-0. Ikki fyrr enn 10 minuttir vóru eftir at spæla fekk HB útjavnandi málið til 1-1, men seinna gula kortið til René Shaki Joensen gjørdi sítt til, at HB ikki megnaði meira.

Hinvegin gjørdu teir úr Leirvík og Gøtu eina roynd at fara avstað við øllum. Og hvør annar enn Andreas Lava Olsen stóð á rætta stað til røttu tíðina, og kundi smekka bóltin í netið til 2-1 og tryggja Víkingi trý stig.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ, sum í dag spældi uttan málrevin Klæmint Andrasson Olsen, mátti aftaná 90 minuttir í Hólmanum á Eiði síggja veruleikan í eyguni. EB/Streymur tók øll stigini og vann dystin 2-1.

Á Svangaskarði fingu B36’arar ein hvønn tá Steffan Løkin legði B68 á odda eftir 22 minuttir av spæli. Liðini spældu fyrr í ár javnt, men soleiðis vildi B36 tað ikki hesaferð. Áðrenn hálvleik komu trý mál, og tað vóru gestirnir, sum tóku sær av teimum øllum. 3-1 til B36 sum eisini gjørdist úrslitið.

B36 kemur sostatt nærri fjórða plássinum, sum kann geva atgongd til Evropa.

KÍ - TB 4-0 (2-0)

7’ Jóannes Bjartalíð 1-0
22’ Sumareh Bubacarr 2-0
59’ Jákup Biskopstø Andreasen 3-0
82’ Dávid Biskopstø Andreasen 4-0

HB - Víkingur 1-2 (0-1)
5’ Arnbjørn Svensson 0-1
78’ Mikkel Dahl 1-1
92’ Andreas Lava Olsen 1-2

EB/Streymur - NSÍ 2-1 (0-0)
50’ Hjalti Kárason Djurhuus 1-0 (br.)
57’ Gutti Dahl Olsen 2-0
83’ Aron Knudsen 2-1

B68 - B36 1-3 (1-3)
22’ Steffan Løkin 1-0
30’ Bjarki Nielsen 1-1
40’ Bjarki Nielsen 1-2
45’ Tobias Christensen 1-3

07 Vestur - ÍF (Mánadagin kl. 19)

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 37 stig (13 dystir)
2. Víkingur 25 stig (12 dystir)
3. HB 24 stig (12 dystir)
4. NSÍ 21 stig (13 dystir)
5. B36 20 stig (12 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (12 dystir)
7. ÍF 11 stig (11 dystir)
8. 07 Vestur 8 stig (11 dystir)
9. B68 6 stig (12 dystir)
10. TB 2 stig (12 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder