Fótbóltur

KÍ setti stig til

Við tíggju monnum allan seinna hálvleik, megnaðu klaksvíkingar at halda B36 burtur frá málinum. Úrslitið gjørdist ein málleysur javnleikur. Í Fuglafirði misti ÍF javnleikin á stokkinum, tá Víkingur skoraði í tíðini, sum varð løgd afturat.

Claes Kronberg fekk reytt kort tá 43 minuttir vóru leiktir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Claes Kronberg fekk reytt kort tá 43 minuttir vóru leiktir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-25 21:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir dystir vóru í kvøld spældir í bestu mansdeildini í fótbólti. Hetta eru dystir í 16. umfari, sum er tað seinasta áðrenn summarsteðgin.

Í Fuglafirði var grannauppgerð, og tað bendi leingi á ein javnleik millum liðini bæði, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, avgjørdi Sølvi Vatnhamar dystin og skoraði til 2-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

Fuglfirðingar vóru annars teir, sum vóru fyrstir at finna málið. Jan Ólavsson Ellingsgaard var hægstur eftir hornaspark, og legði heimaliðið á odda 1-0. ÍF helt leiðsluna til 40 minuttir vóru leiktir, tá Bergur Gregersen sendi ein góðan bólt niðan til Jákup Johansen uttanfyri brotsteigin, og sum kundi seta bóltin í netið.

Sølvi Vatnhamar avgjørdi sum nevnt dystin við máli í yvirtíðini. Fuglfirðingar royndu at trýsta seinastu løtuna, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa málið. Harmiligt hjá ÍF, sum sær út til at missa málrevin Uros Stojanov til B36. Hann var við í hópinum í dag, men kom ikki á vøllin.

Í Havn hevði B36 ta stóru uppgávuna, at steðga væl smurdu KÍ-maskinuni, sum tykist at stevna beint móti FM. Men teir hvítu í Gundadali, sum fyri fyrstu ferð í ár aftur spældu á Ovara vølli, vóru farligir í kvøld.

Tað skuldi vísa seg í 43. munutti, tá skjóti Hannes Agnarsson slapp leysur fram móti málinum, men varð togaður niður av Claes Philip Kronberg. Alex Troleis gav Claes reytt kort, og KÍ mátti tí spæla við tíggju monnum tað, sum var eftir av dystinum.

Kortini kláraðu klaksvíkingar at halda B36 burtur frá málinum. Útiliðið megnaði heldur ikki at fáa bóltin í kassan, og úrslitið gjørdist málleysur javnleikur.

KÍ er framvegis á odda í deildini, og hevur nú 41 stig. Við sigrinum í kvøld, kom Víkingur eitt fet nærri klaksvíkingum, men tað eru heili tíggju stig upp, so tað verður torført.

ÍF - Víkingur 1-2 (1-1)
13’ Jan Ólavsson Ellingsgaard 1-0
40’ Jákup Johansen 1-1
90’ Sølvi Vatnhamar 1-2

B36 - KÍ 0-0

Hinir dystirnir í umfarinum
07 Vestur - NSÍ (Leygardagin 15:00)
TB - EB/Streymur (Leygardagin 18:30)
B68 - HB (Týsdagin 29. juni 18:00)


Betri deildin menn

1. KÍ 41 stig (15 dystir)
2. Víkingur 31 stig (14 dystir)
3. HB 27 stig (13 dystir)
4. B36 24 stig (14 dystir)
5. NSÍ 24 stig (14 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (13 dystir)
7. ÍF 11 stig (14 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (13 dystir)
9. B68 6 stig (13 dystir)
10. TB 2 stig (13 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder