
Ein flogtúrur til Danmarkar mánakvøldið. Ein flogtúrur víðari við leiguflogfari úr Keypamannahavn fyrrapartin týsdagin og síðani ein busstúrur í umleið tveir tímar í Beograd.
Sí eisini: Deni og KÍ eru komnir til Serbia
KÍ-ferðalagið kom seinnapartin í gjár uppá pláss í Kragujeva, har Radnicki 1923 hevur heimstað.
Serbiska mótstøðuliði verður størsti bitin higartil hjá KÍ í ár - og umstøðurnar hjálpa ikki beinleiðis:
- Gras og umleið 30 hitastig
Fyrimunurin hjá KÍ er, at spælararnir hava roynt líkanndi nakrar ferðir áður. Fyrri Conference League-dysturin byrjar heldur ikki fyrrenn klokkan 20 lokala tíð, og tá er sólin ikki frammi - tað verður tó helst heldur slavið í luftuni.
Grasundirlagið á leikvøllinum verður eisini betri enn tað, sum KÍ-liðið vandi á í gjárkvøldið.
Sebastian skal verja málið
Eftir hálvan tíma í heimadystin móti SJK Seinajoki í síðstu viku avloysti ein dani ein annan dana í KÍ-málinum.
Fasti fyrsti málverjin, Mark F. Jensen, fekk ein arðan stoyt í høvdið tíðliga í dystinum. Hann sá viðtikin út, men Mark spældi víðari eina løtu, eftir at hann stóð neyðugu læknaligu royndirnar.
Tó vísti tað seg skjótt, at KÍ-málverjin var ov viðtikin. Hann tyktiskt "groggy" og setti seg niður. Síðani varð Mark Jensen borin av vølli og sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Mynd: Sverri Egholm
Sebastian John avloysti landsmannin. Hann hevði ikki nógv at gera, men tað, ið var, gjørdi John lýtaleyst.
Nú er greitt, at tað verður fyrrverandi 07 Vestur-málverjin, sum skal spæla móti Radnicki í morgin. Mark Jensen fekk heilaskjálvta men hevur tað eftir umstøðunum gott. Hann er tó ikki við í Serbia, staðfestir bolt.fo.
Annars eru so at siga allir KÍ-spælararnir tøkir
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli
19.00: Radnicki 1923 - KÍ
Tað er framvegis heldur óvist, hvussu er við stroyming.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald