Mansliðið hjá KÍ varð sligið út av Europa League í bosniska hitanum 15. august, tá Borac Banja Luka vann eftir longda leiktíð. Harvið misti felagið ein møguleika at spæla seg í eitt bólkaspæl.
Tað rakk ikki á mál hjá monnunum, og í dag misti kvinnulið felagsins møguleikan at koma víðari í Evropa eftir dyst í Bosnia & Hersegovina. Ikki tí; tað varð ikki nógv væntað áðrenn dystin móti SFK 2000, sum hevur vunnið 22 bosnisk meistararaheiti á rað.
Harvið hevur høvuðsstaðarfelagið tikið heimsmetið hjá KÍ, og í dag hevði SFK greiða leikliga yvirvág móti føroysku meistarunum á sínum heimavølli. Hóast klokkan bert var 11 lokala tíð, lá hitin um tey 30 stigini, og tær hjá KÍ stríddust hart fyri at halda seg inni í dystinum.
Leiðslumálið kom í 29. minutti. Hareftir var 1-0, til tjúgu minuttir restaðu í. Síðani skoraði SFK 2000 tvær ferðir innan níggju minuttir, og so var avgjørt í Sarajevo.
Heimaliðið hevði 22 málroyndir og tíggju hornaspark, meðan KÍ einki hevði av slíkum. Óluva Allansdóttir Joensen og verjan høvdu harvið úr at gera.
Sí meira um dystin á uefa.com.
KÍ tapti 3-0. Tó er ein dystur eftir. Hann er móti taparanum av Benfica og FC Nordsjælland, sum spæla í hinari "hálvfinaluni" í bólkinum í løtuni. Dysturin hevur ikki so stóran ítøkiligan týdning, men enn ein evropeisk roynd hjá KÍ - og enn ein stór uppgáva. Hon verður leygardagin 7. september klokkan 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald