Evropeiska ævintýrið hjá KÍ er av.
Men tað skuldi brotssparkskapping til áðrenn tað var veruleiki.
Eftir ein málleysan umdyst varð farið undir brotssparkskapping, og her vísti málmaðurin hjá Ballkani, Damir Ljuljanovic seg sterkast. Hann bjargaði tveimum føroyskum brotssparkum.
Fyrst frá Anders Holvad og síðan frá Jóannes K. Danielsen. Teir skutu báðir í sama stað, til høgru fyri málverjan, sum bjargaði.
Eitt sindur av spenningi kom í aftur, tá ein Kosovo-leikari skjeyt uppum, men málverjin hjá KÍ var, tíverri, ongantíð nær við at bjarga nøkrum av hinum skotunum.
Balkani vann brotssparkskappingina 4-3 og er harvið víðari til play off í evropeisku kappingini.
Og harvið er evropeiska kappingin eisini liðug á hesum sinni hvat Føroyum viðvíkur.
Man klaksvíkingar hava kortini onki at skammast yvir. Teir spældu ein góðan dyst í dag, men vórðu ov stuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald