Fótbóltur

KÍ til Bosnia Hersigovina við góðum byrjanarstøði

Við málum frá Kristoffer Ødemarksbakken og Páll A. Klettskarð, eru lunnar lagdir undir gott byrjanarstøði hjá KÍ.

KÍ viðhaldsfólkini fagna her einum máli í dagsins dysti. (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ viðhaldsfólkini fagna her einum máli í dagsins dysti. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-08 20:00 Author image
Áron Vest
placeholder

Tað er liðugt á Tórsvølli. KÍ hevur vunnið 2-1 á Borac Banja Luka.

Nærum allan dystin hevur KÍ havt leikligan yvirvág. Heimaliðið hevur havt nógv flestar málroyndir og skapt nógv flestar vandamiklar støður.

Páll Klettskarð legði hegnisliga føroyameistararnar á odda eftir 10 minuttir

Eftir góðan hálvan tíma, fingu gestirnir Sebastián Herera útvístan. Hetta gav KÍ leikligan fyrimun, sum liðið eisini megnaði at gagnnýta. Tað sást, at eftir hetta, fekk KÍ fleiri málmøguleikar, har flestu teirra vórðu bygdir upp gjøgnum sentrala miðvøllin, har mótstøðuliðið nú var viknað nakað.

Í seinna hálvleiki legði Banja Luka harðast út, men tað skuldi ikki ganga rúm tíð, so fekk KÍ vent spælið til sín fyrimun aftur.

Málverjin hjá gestunum, Damjan Shiskovski, fekk viðgerð fleiri ferðir. Í samband við somu støður, seinkaði hann uppafturtøkuna sera nógv, og fekk hann eisini gult kort fyri tað. Hetta tóktist vera einasta vápn hjá gestunum úr Bosnia Hersigovina, seinasta hálva tíman av dystinum.

Seks minuttir vórðu lagdir afturat vanligu leiktíðini, men tað munaði onki. Endaliga støðan á Tórsvølli gjørdist 2-1 til meistaraliðið úr Klaksvík.

10' Páll Klettskarð 1-0
31' Mark Jensen 1-1
36' Kristoffer Ødemarksbakken 2-1

Europa League 3. umfar, fyrri dysturin
Á Tórsvølli, hósdagin 08.08
KÍ - Borac Banja Luka 2-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder