Sætta umfar í Betri deildini hjá monnum var í kvøld avgreitt.
KÍ vann í síðstu løtu 2-1 móti Víkingi eftir at hava verið aftanfyri 1-0. HB vann aftur stórsigur, hesaferð 6-1. 07 Vestur kann fara norð um Suðuroyarfjørð aftur við trimum kærkomnum stigum, og EB/Streymur fekk umráðandi sigur móti toftamonnum.
Óvæntað vann NSÍ við tíggju monnum 4-2 móti B36.
Úrslitini í kvøld hava við sær, at klaksvíkingar varðveita góðu støðuna í oddinum við fimm stigum niður til nærmasta kappingarneyta úr HB á øðrum plássi.
Stigatalvan byrjar eisini at líkjast tí, sum væntað varð undan kappingarbyrjan, har KÍ, HB, NSÍ, Víkingur liggja í topp fýra. ÍF liggur á fimta plássi við 7 stigum, men B36, sum hevur havt eina heldur keðiliga byrjan upp á kappingarárið, liggur á sætta plássi.
6. umfar
TB - 07 Vestur 2-4 (1-0)
5' Einar Thorsteinsson 1-0
47' Tór-Ingar Akselsen 1-1
52' Sjálvmál 1-2
60' Heine Mortensen 1-3
64' Bessijan Kastrati 2-3 br.
84' Eiler Fróðason 2-4
EB/Streymur - B68 3-2 (2-0)
23’ Símun Sólheim 1-0
39’ Símun Sólheim 2-0
50’ Lukasz Cieclewicz 2-1 brotsspark
58' Árni G. Olsen 3-1 brotsspark
75' Steffan Løkin 3-2
NSÍ - B36 4-1 (2-1)
7’ Mikkel Jakobsen 1-0
20’ Benjamin Heinesen 1-1
28’ Mikkel Jakobsen 2-1
56’ Petur Knudsen 3-1
64’ Mikkel Trenskow 4-1
Víkingur - KÍ 1-2 (1-0)
35’ Jákup Johansen 1-0
58’ Sumareh Bubacarr 1-1
90’ Jóannes Kalsø Danielsen 1-2
HB - ÍF 6-1 (0-0)
48’ Hørður H. Askham 1-0
51’ Adrian Justinussen 2-0
57’ Dan í Soylu 3-0
66’ Emil Weihe Joensen 3-1
68’ Dan í Soylu 4-1
86’ Mikkel Dahl 5-1
90’ Adrian Justinussen 6-1
Støðan í Betri deildini menn
1. KÍ (15 stig)
2. HB (10 stig)
3. NSÍ (9 stig)
4. Víkingur (8 stig)
5. ÍF (7 stig)
6. B36 (6 stig)
7. 07 Vestur (6 stig)
8. EB/Streymur (5 stig)
9. B68 (2 stig)
10. TB (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald