Hondbóltur

Kiel tryggjaði sær javnleik í evstu løtu í Kielce

Málið hjá Niclas Ekberg kann gerast týðandi í stríðnum at enda í topp-tvey í Champions League-bólkinum. Elias skoraði tvær ferðir og legði upp til nógv mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-15 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilt stóri dysturin í 11. umfari í Champions League-bólkaspælinum var í Póllandi í gjárkvøldið. THW Kiel vitjaði Industria Kielce, sum hevur verið í finaluni tvey tey seinastu árini. Kielce er eisini ein av stóru hóttanum hjá týsku meistarunum í stríðnum um tvey tey ovastu plássini í bólkinum. Tey geva beinleiðis atgongd til fjórðingsfinalurnar.

Í løtuni liggur Kielce til at spæla play-off um 1/4-finalurnar, og Kiel syrgdi í gjár fyri at halda frástøðuna. Talan var um ein frálíkan hondbóltsdyst í sunnara parti av Póllandi, har bæði liðini skoraðu 36 ferðir.

Tað var Kiel, ið var við yvirlutan í fyrra hálvleiki og nakað inn í 2. hálvleik. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði stóran leiklut í álopinum í stórum parti av hesum tíðarskeiðnum. Í fyrra dystinum millum liðini var Elias ein av toppskjúttunum og stóru upplivingunum. Í gjár snúði tað seg nógv um at seta hinar upp, og 21-ára gamli hoyvíkingurin hevði, umframt tvey góð mál, nógv upplegg og fekk sett ferð í við bóltinum.

Eitt av málinum hjá Eliasi, har hann tekur sakina í egnar hendur, sæst í videobrotinum ovast

[object Object]
- Eg varð skjótt integreraður á liðið, men eg vil ikki lýsa meg sum ein fastan spælara enn. Vit hava so nógvar spælarar á høgum sigi, so vit rotera nógva. Allir spæla sín leiklut. Mín er heldur ymiskur frá dysti til dyst - frá mótstøðuliðið til mótstøðulið. Summar tíðir skal eg vera ein av málskjúttunum ofta, og í summum førum snýr tað seg meira um at spæla hinar upp. Sum heild eri eg altíð har fyri at hjálpa liðnum, um tað so er við at skora ella við at leggja upp, segði Elias Ellefsen á SKipagøtu við eurohandball.com fyrr í vikuni (Mynd: eurohandball.com)

Les eisini: Elias: Hoyri fleiri føroyingar fara til Final Four - vit ætla eisini

Seinastu løtuna var Elias ikki á vøllin. Kielce legði seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, tá átta minuttir vóru eftir, og tað sá meira út til, at heimaliðið skuldi fáa tvey stig. Niklas Ekberg vildi tað tó øðrvísi. Svenski vongurin er toppskjútti hjá Kiel í Champions League, og hann javnaði til 35-35 í seinasta minutti. Igor Karacic og Kielce svaraðu eftir, tá beint yvir tíggju sekund vóru eftir, men Kiel gav bóltin upp skjótt, og Ekberg var ísakaldur, tá hann fekk bóltin á høgra vongi.

Seinasta løtan sæst í videobrotinum ovast

Harvið situr liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu framvegis væl á fyrsta plássinum í bólkinum. PICK Szeged og serliga Aalborg kunnu nærkast við sigrum í kvøld. Tá hesir dystirnir eru spældir, hava øll liðini tríggjar dystir eftir. Um eina viku, hósdagin 22. februar, tekur Kiel ímóti botnliðnum í bólkinum Eurofarm Pelister á heimavølli. Har spæla fleiri norðurmakedónskir spælarar við.

Støðan í bólkinum - 14 umfør skulu spælast:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder