Hondbóltur

KÍF í sínari fyrstu steypafinalu síðani 2014

Kollfirðingar vóru sannførandi í seinna hálvleiki móti StÍF og vunnu við samanlagt sjey málum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-19 18:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ógvuliga tætt og inntenst í fyrra hálvleiki í Kollafirði í dag, har StÍF megnaði at halda fast í tvey-málsleiðsluni frá fyrra dystinum.

Hetta hóast KÍF ofta hevði eina leiðslu á eitt mál og kundi koma uppá tvey - og harvið null samanlagt - kollfirðingar gjørdu tó ov nógvar tekniskar villur: Fleiri bóltar vórðu kastaðir vekk, og StÍF revsaði væl. KÍF hevði eisini trupult við at steðga Bjarna í Selvindi, Milenko kom ikki í gongd í málinum, og Pætur Barclay kundi í síðstu sekundunum javnað til 15-15 við StÍF við flottum skrúara.

Seinni hálvleikur var ein onnur søga: StÍF skoraði ikki fyrstu ellivu minuttirnar eftir steðgin, og Milenko og KÍF-verjan stóðu sum heild frálíkt í seinna hálvleiki.

KÍF kom avstað, men tað var framvegis heilt spennandi leingi. Frá átta og ein hálvur minuttir restaðu í, og fimm og ein hálvan minutt fram skoraðu kollfirðingar fimm ferðir, og StÍF ikki einaferð. So var munurin sjey mál á degnum, fimm mál samanlagt, og KÍF økti eisini.

Høllin í Kollafirði kókaði sum tað gjørdist greitt, at KÍF fór at koma í sína fyrstu steypafinalu síðani 2014. Ein sterkur seinni hálvleikur í seinnu hálvfinaluni tryggjaði hetta. KÍF hevur einaferð áður vunnið steypakappingina - tað var fyri tíggju árum síðani móti júst StÍF.

Hvat mótstøðuliðið leygarkvøldið verður, verður greitt seinni í kvøld eftir seinnu hálvfinaluna í Hoyvík millum H71 og VÍF.

Dómaraseðilin sæst her


Seinnu hálvfinalurnar hjá monnum

Í kvøld, sunnudagin 19. februar

KÍF - StÍF 31-22 (15-15) 58-51 samanlagt 
19.00: H71 - VÍF (22-22)

(Toppskjútti: Vuk Stevanovic 9 mál)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder