Seinastu umførini hevur KÍF klintrað upp eftir stigatalvuni, og fyri dystirnar um vikuskiftið hevði KÍF tikið bronsuplássið frá Drátti, men eftir 3-2 ósigur fyri TB leygardagin er spurningurin, um ikki KÍF hevur lorkað sær bronsuna burturaftur, tí við bert tveimum dystum eftir í kappingini er KÍF nú tvey stig aftanfyri Drátt á triðja plássi. Vónin hjá KÍF er nú, at Dráttur fær somu lagnu ímóti TB næsta fríggjakvøld, sum KÍF fekk fyrradagin. So kann bronsan aftur enda í Kollafirði.
TB vendi 0-2 til 3-2
Alt sá annars gott út hjá KÍF í dystinum ímóti TB, og KÍF vann tey bæði fyrstu settini 25-14 og 25-21 uttan stórvegis hóvasták, men so gjørdi TB ein ordans vørr og vann 25-21, 25-23 og 15-8. Og tá Dráttur so samstundis vann 3-0 á Mjølni, merkti tað, at Dráttur fór tvey stig framum og legði seg á bronsuplássið.
Írestandi dystir hjá Drátti og KÍF:
16. mars: KÍF-SÍ
18. mars: TB-Dráttur
26. mars : Dráttur-Fleyr
26. mars: KÍF-TB
Úrslit um vikuskiftið:
Leygardagin: Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-19, 25-16, 25-19)
Leygardagin TB-KÍF 3-2 (14-25, 21-25, 25-21, 25-23, 15-8)
Sunnudagin TB-SÍ 0-3 (17-25, 23-25, 17-25)
Mánadagin kl. 20:00: Fleyr-Mjølnir
Nr. Lið – Dystir / Stig
1 SÍ – 13 / 31
2 Fleyr – 12 / 31
3 Dráttur – 13 / 21
4 KÍF – 13 / 19
5 TB – 12 / 8
6 Mjølnir – 13 / 4
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald