Annað

KÍF tók stig frá Fleyr í Bónus-kappingini

Bónus-kappingin, bólkur 2, kvinnur: Fleyr – KÍF 3-2 (25-21, 25-27, 26-24, 21-25, 15-12).

2024-01-23 07:31 Author image
Innsent
placeholder

Tað stóð nógv á Fleyr í dystinum í steypakappingini í gjárkvøldið, har tað eftir tógvið stríð eydnaðist at vinna 3-2 á KÍF, sum er styrknað nógv við heimafturkomnu Elsu Samuelsen og nýggja brasilska leikaranum Luana Luciano, sum er fim og slær hart.  

Í fyrsta setti fór Fleyr fleiri ferðir eini trý stig framum, men hvørja ferð kom KÍF afturíaftur, og javnaði soleiðis til 4-4, 8-8, 16-16, 19-19 og síðani til 21-21, tá ið Fleyr vann fýra bóltar á rað og settið 25-21. Marita Heinadóttir lobbaði tann fyrsta bóltin í spannina, áðrenn hon var útskift við Annu Sáru L. Skaalum, sum kom inn at serva og legði fyri við einum serviessi. Teir báðar síðstu bóltarnar vann Hanna A. Olsen.

Hjá KÍF sá gott út, tá tær løgdu seg á odda 24-21 í øðrum setti eftir tvey serviess á rað frá Milju Silvansdóttir, men Fleyr javnaði til 24-24. Loksins eydnaðist KÍF tó at vinna 27-25 við fimta settbóltinum, tá smassjið hjá Fleyr fór út av síðulinjuni.

Fleyr gjørdi eitt gott hál í triðja setti, tá tær vunnu seks stig á rað og fóru frá 3-5 til 9-5, men KÍF tók alt innaftur og meira afturat, tá tær vunnu sjey stig á rað og fóru framum 15-14. Síðan skiftust liðini um at vera á odda. Sesilia J. Prior smassjaði KÍF framum 24-23, men settbólturin varð servaður í netið, eftir at Fleyr hevði tikið leikbrá. Í staðin fekk Fleyr settbólt, og hann plaseraði Helena Skylv Hansen ísakalt í spannina til 26-24.

Fá mundu vænta fimsettara, tá Fleyr legði seg á odda 10-4 í fjórða setti, men sjey bóltar seinni var KÍF brádliga frammanfyri 11-10. Elsa Samuelsen hevði langað tann fyrsta bóltin í blokkin hjá Fleyr og út, áðrenn hon sjálv fór aftur at serva – og legði fyri við einum essi. KÍF fór eisini framum 18-14 og megnaði at halda fjarstøðuna og vinna settið 25-21.

Í javnbrótaranun gjørdist støðan 5-5, áðrenn Fleyr fór framum 8-5, men KÍF javnaði tó aftur til 11-11. Fleyr fór framumaftur og fekk dystarbólt við støðuna 14-12, og endin varð, at Hanna A. Olsen við einum eitt sindur forkølaðum slagi sendi bóltin í fingrasnipparnar í KÍF-blokkinum og afturum og í gólvið til 15-12.

Støðan í bólki 2 í Bónus-kappingini, kvinnur, nú øll liðini hava spælt tveir dystir er tann, at Dráttur hevur 6 stig, TB 3, Fleyr 2 og KÍF 1 stig.

Nr. 1 í bólki 2 spælir ímóti nr. 2 í bólki 1, og nr. 2 í bólki 2 spælir ímóti nr. 1 í bólki 1. Hálvfinalurnar verða í Klaksvík 10. februar, og steypafinalan verður í Havn 24. februar.  

Seinasta umfar í bólkaspælinum verður spælt sunnudagin 28. januar.

Bólkur 1:
Kl. 13: Fleyr B – Tenan
kl. 14: Mjølnir – SÍ

Bólkur 2:
Kl. 14: Dráttur – KÍF
Kl. 16: Fleyr - TB

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder