Hondbóltur

Kjartan flytir til svenskan hondbólt

Landsliðsspælarin av Strondum, Kjartan Johansen, hevur skrivað sáttmála við Önnereds HK.

Kjartan Johansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-19 12:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kjartan Johansen, landsliðsspælari í hondbólti, skiftir frá norskum til svenskan hondbólt. Næsta kappingarár umboðar hann Önnereds HK í bestu svensku hondbóltskappingini.

Tað svenska hondbóltstíðindasíðan handbollkanalen í dag. 

- Tá eg fekk fyrispurningin frá Önnered, kendi eg á mær, at mær tørvaði nýggjar avbjóðingar fyri at koma víðari við mínum hondbóltsspæli. Eg vóni, at eg framhaldandi kann menna meg sum hondbóltsspælari og hjálpa felagnum í kappingini, sigur Kjartan Johansen við heimasíðuna.

Kjartan Johansen er 25 ára gamal og hevur seinastu árini spælt við Viking Stavanger í norsku kappingini.

- Við Kjartani hava vit funnið eitt spennandi navn sum eisini er etableraður spælari í bestu norsku deildini og eisini landssliðsspælari fyri Føroyar, sum í løtuni kappast við Russland, Ukreina og Kekkia, sigur stjórin í svenska felagnum, Johan Sylwan. 

[object Object]
(Mynd: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder